Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit politikarar uttanfyri Havnina verða rættiliga ofta skuldsettir fyri at vera lokalpolitikarar og/ella lokalpatriotar. Vit hugsað einans um okkara egna lokala økið og gloyma allar Føroyar. Hetta er sjálvandi skeivt, men  ein og hvør kann  gera sær sína egnu meining um tað.

Bara frá míni stuttu tíð sum landstýriskvinna í almannamálum, kunnu vit í dag síggja fleiri úrslit kring landið, men eg gloymdi heldur ikki Norðoyggjar.

Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hvør fer at arbeiða fyri Norðoyggjum, um ikki ein norðingur ger tað?

Hvør fer at arbeiða fyri Eysturoynni, Vágum, Norðurstreymoy, Sandoynni og Suðuroynni, um ikki fólk úr hesum økjunum gera tað?  

Tá hetta er sagt, so hava vit sanniliga eisini brúk fyri politikarum úr Suðurstreymoy. Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum allastaðni. Føroyar skulu vera ein samanhangandi eind við javnbjóðis korum til allar føroyingar har teir búgva í tann mun hetta letur seg gera. Vit skulu samansjóðað øll sjónarmið og býta virðini runt kring allar Føroyar.

Um vit ikki høvdu havt lokalar eldsálir kring landið upp ígjøgnum tíðirnar, so høvdu vit ikki havt eitt so væl útbygt samferðslunet, sum vit hava í dag. Hesar eldsálir úti kring landið hava gjørt Føroyar til eitt betri samfelag fyri allar føroyingar.

Ivasamt var um vit høvdu havt Vágatunnilin, Norðoyatunnilin, Eysturoyartunnilin, Sandoyartunnilin og flestu av hinum tunlunum við uttan hesar eldsálirnar.

Hvør av okkum vil vera hesar tunlar fyri uttan í dag?

Eg vil enntá fara so langt sum at siga, at hesar lokalu kempurnar eiga kanska størsta heiðurin av teim størstu og týdningarmestu frambrotunum í samferðslusøgu okkara. Haldi ikki tað er ov nógv sagt.

Um tað er at vera lokalpatriotur, so er tað eitt gott heiti.

Vit skulu  útbyggja alt landið á øllum økjum og ikki bara á samferðsluøkinum. Allir føroyingar skulu  so vítt gjørligt  fáa lut í framburðinum, har sum teir búgva. Ríkidømi skal út í hvønn krók.

Rættur politikkur er at stremba eftir einum fjølbroyttum bústaðarmynstri, har fólk við ymsum útbúgvingum og førleikum skulu kunna  búgva og arbeiða kring alt landið.

Tað kann ikki vera rættur politikkur at útbyggja samferðsluna fyri at fáa fleiri sovibýir og fleiri pendlarar. Á hesum økinum er fólkaflokkurin størsti veruligi Samfelagsflokkurin.

Javnbjóðis kor til allar føroyingar, har sum teir eru. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo