Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Veljarakanningar skulu altíð takast við fyrivarni, men tað er eingin ivi um, at atgerðarloysið hjá sitandi samgongu, hevur loypt ræðslu á føroya fólk.

Rákið er týðuligt.

Álitið á sitandi samgongu er fokið.

Hvørki leiðslan í samgonguni ella einstøku landsstýrisfólkini, konsentrerað seg um størstu avbjóðingina – risastóra undirskotið – men tosa hvør í sínum lagi um øktar raðfestingar/útreiðslur á sínum málsøki.

Hetta er vorðið meira og meira greitt hjá veljaranum, sum stríðist við at fáa endarnar at røkka saman, og veit, at javnvág má vera millum inntøkur og útreiðslur, annars hongur einki saman.

Hvar bleiv fíggjarpolitiska regluverkið av, hvar bleiv haldførið av og fíggjarliga skynsemið.

Veljarin hevur einki sæð til nakað av hesum, og tá landsstýrisfólkini verða spurd av fjølmiðlunum, hava tey einki svar og ongan politikk.

Hetta leggur veljarin sjálvsagt merki til.

Tað sum veljarin eisini leggur merki til, er at samgongan tykist at halda fast við maktina fyri maktina skyld, tí tey hava onga loysn uppá størstu avbjóðingina – risastóra undirskotið.

Í staðin fyri at ásanna støðuna og leggja frá sær, halda tey fast.

Maktin telur meira enn støðan í landinum.

Naggatódnin og atgerðarloysið kann vara í tvey ár afturat.

Síðsta útkall er tó um 14 dagar.

Tá skal fíggjarlógin fyri 2025 berast í Tingið.

Um landsstýrið ikki megnar at gera eina fíggjarlóg, sum hevur eitt trivaligt yvirskot, megnað tey ikki at venda katastrofalu fíggjarligu gongdini.

So vendur rákið í veljarafjøldini heldur ikki.

Einasta loysnin er, at samgongan leggur frá sær.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo