At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Aldumátararnir kring Føroyar, sum Landsverk varðar av, virka ikki altíð sum teir skulu. Onkuntíð tí, teir eru ásigldir, aðrar tíðir hava teir slitið.

Útróðramenn hava áður víst á trupulleikan, men tað hevur ofta gingið rúm tíð áðrenn nakað munagott er hent.  

Kanska ein partur av trupulleikanum er, at ímeðan Landsverk umsitur aldumátararnar, og skal syrgja fyri, at teir virka og upplýsingarnir verða miðlaðir til brúkaran, so er tað Vørn sum skal syrgja fyri, at teir liggja har sum teir skulu.

VP hevur spurt hjá Landsverki og Vørn nær hugsast kann, at aldumátarin norðanfyri, sum ikki hevur verið at sæð á síðuni hjá landsverki síðani einaferð tíðliga í vár, verður lagdur út aftur.

Teknikarin hjá Landsverki upplýsti fyri VP, at hann hevði mátaran til umvælingar, og at hann var so gott sum liðugur, og so var bert ein spurningur um tíð, til Vørn legði hann út aftur. Nær hetta bleiv gjørt, dugdi viðkomandi tó ikki at seta dag á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo