20.000 laksar eru slopnir úr tøkubúrinum á Sandi, staðfestu arbeiðsfólk hjá Mowi í morgun, váttar Hans Jákup Mikkelsen, stjóri, fyri VP.
- Talan er um ein til hálvanannan tøkudag, sigur stjórin.
Laksurin skuldi takast í dag.
Hans Jákup Mikkelsen sigur, at roynt verður nú at fáa so nógv sum gjørligt av laksinum aftur við at seta gørn.
Spurdur um virði á fiskinum og missin, sigur stjórin, at hann liggur um einar 4 milliónir krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo