Húsligt arbeiði drepur neyvan nakran. Men hví taka kjansin?
- ókend

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: 1. juni í ár búðu 53.358 fólk í Føroyum.

Síðan 1. juni í fjør er fólkatalið vaksið við 834 fólkum svarandi til 1,6%.

Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð).

Vøksturin í fólkatalinum seinasta árið stavar frá eini nettoflyting á 495 fólk og einum burðaravlopi á 339 børn. Seinastu tvey árini er nettoflytingin minkað nakað samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað, so samlaða ískoyti til fólkavøksturin heldur framvegis sama javna støði á umleið 1,6% fyri hvørt 12-mánaðarskeið.

Eins og í juni í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar, Skúgvoyar og Fámjins kommunur.

Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 390 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Sumbiar kommunu, har 8 fólk fluttu úr kommununi.

Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosentum, tað er seks fólk. Síðani kemur Sands kommuna, har fólkavøksturin var 4,1 prosent, 22 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar, Kunoyar og Húsavíkar kommunum, 2,6 prosent, tað er ávikavist fýra, trý og eitt fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo