Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað sigur formaðurin í kommunulæknafelagnum, sum hevur sagt sáttmálan við Heilsutrygd og Heilsumálaráðið upp fyri at fáa gongd á samráðingarnar

Mikukvøldið 7. februar skipar ÍSF fyri einum evniskvøldi í skúlanum á Giljanesi

- Tunlarnir báðir verða minni enn ein kilometur longri enn ein beinleiðis, og Miðvágur og Sandavágur blíva ikki ein blindtarmur

3. februar 2013 kom aftur gongd á skótavirksemi í Vágum. Henda dag var Skótalið Einar Petersens sett á stovn í Sørvági, og vóru tað Tordis Nielsen og Borgarhjørt Larsen, ið tóku stig til tað

Seinnapartin í dag, millum klokkan 17.30 og 20, var móttøka í Ungdómshúsinum í Sørvági, sum nú er tikið í nýtslu

Í februar er tað sandavágsmaðurin Tony av Sondum, ið sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági

Vága Floghavn hevur fingið 68 umsóknir til stjórastarvið, og eru tær frá 57 monnum og 9 kvinnum

Tyrlubjargarar hjá Atlantic Airways hava verið á skeiði og lært um heilivág, ið verður brúktur, áðrenn sjúklingar koma á sjúkrahús (Pre-hospitalt)

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoy, har tað bert er 0,7%, og hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 6,5%

Leygardagin 27. januar kl. 10 skipa kvinnur í Handalag fyri bindicafé á Café Manna í Miðvági. Vitjan kemur úr Fuglafirði

Posta hevur havt óvanliga stórar avbjóðingar við at bera postin út í Vágum hesa vikuna, og hetta hava vágafólk harmast um

- Nú er fjórði dagurin komin og vit hava ikki fingið post alla hesa vikuna, eg havi ringt til Posta tvær ferðir bæði í gjár og í morgun, sigur bíggjarkona

Dráttur fær í kvøld vitjan av oddaliðnum Fleyr og verður dysturin klokkan 18,15 á Giljanesi. Dráttur kom illa frá byrjan, men liðið hevur nú stabiliserað seg

Í sambandi við at ungdómshúsið fer at lata upp í Sýsluni í Sørvági verður móttøka tann 2. februar millum kl. 17:30 og 20:00

Miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen hevur sett donsk met í ergometurrógving, innanduraróður, seinastu trý árini og er stórfavorittur at gerast besti rógvari aftur í ár

Í kvøld kl. 19 byrjar missiónsvikan í Saron í Sandavági

Í fjør var kunngjørt, at Carlene Carter kemur til Føroyar, at spæla á Dungasandi í Sørvági 14. - 16. juni. Nú boðar Country-festivalurin frá nøkrum nøvnum afturat, sum fara at seta lív í festivalin

- Vit vilja vísa at vit eru nógv sum ikki vilja liva í bilosi og vilja hava allar hesar bilarnar vekk, sigur Marit Jóhansdóttur Magnussen

Í ár verður tað á almennari samkomu í Bygdarhúsinum í Miðvági mikukvøldið 24. januar 2018, og øll eru vælkomin

Mansunglingar hjá SÍ vunnu gull og hava kvalifiserað til steypafinaluna

Í gjár var sáttmáli undirskrivaður um veiting av skelting til nýggja atkomuvegin og parkeingsøkið kring Vága Floghavn

SÍ Gentur 16 ár, SÍ Dreingir 15 ár og SÍ Dreingir 12 ár vunnu gull í Mjølnirkappingini í Klaksvík, og hava sostatt spælt seg í steypafinaluna

Strandferðslan hevur gjørt nýtt útbjóðingartilfar til Mykinesleiðina og bjóðar leiðina út í eitt nýtt fimm ára skeið

- Vit arbeiða við ymiskum ætlanum, men í fyrstu atløgu verður talan um eitt vanligt flakavirki, sigur Tummas Henriksen, reiðari

Hilmar Eliasen, stjóri í SSL, sigur, at tað er tann stóra hækkingin í ferðafólkatalinum, sum avspeglar tað komandi ískoytið til arbeiðstakaran á Mykinesleiðini

Strandferðslan bjóðar út Mykinesleiðina av nýggjum, men hevur broytt treytirnar nógv til tað verra

Durita Ana Alejandra Granada, sum er ættleidd úr Kolumbia, var fyri stuttum og hitti sína biologisku familju á fyrsta sinni

Mjølnir – sum í løtuni liggur nr. 2 - skal í kvøld klokkan 19,30 møta Drátti í Høllini á Giljanesi

Loyvið á Sørvágsfirði fevnir um tvey aliøki, har annað liggur á Sørvágsfirði, meðan hitt liggur Vesturi á Víkum

Ferðslan í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum økt við ávikavist 12,6% og 13,8% í 2017

- Nú hevur sjálvtøkan hjá Betri í Sørvági verði óvirkin síðan áðrenn jól og víst verður til eina sjálvtøku úti í "óbygdum", í terminalinum á flogvøllinum

Klaver, floytu, sangkonsert verður í Miðvágs kirkju í kvøld, mikudagin, kl 19,30

Bæði Atlantic og SAS hava havt trupulleikar av vindinum í dag. Flogfarið hjá Atlantic úr Bergen fekk ikki lent, og heldur ikki SAS-flogfarið úr Keypmannahavn

Í januar sýnir Torfinn Jacobsen, Miðvági, málningar fram á listavegginum í Betri í Miðvági

Vága Floghavn søkir eftir stjóra við góðum samstarvsevnum at standa á odda fyri framhaldandi menning av felagnum

Sørvágs kommuna hevur keypt eitt nærum 35000 fermetrar stórt øki til útstykkingar, har pláss verður fyri umleið 30 sethúsum og møguligari íbúðarbygging

- Tá eg flutti úr lítlu bygdini Haldórsvík og vestur til Sørvágs, setti eg búgv í einum framúr góðum grannalagi og havi síðani fingið fantastisk vinfólk

VP ynskir øllum Gott Nýggjár og takkar fyri farna árið

Í bygdunum í Vágum verður eisini gjørt klárt til nýggjárshald. Her eru nakrar myndir

Sigtór Asbjørn Petersen, sum stóð við róðrið seinastu dystirnar hjá 07 Vestur, hevur nú undirskrivað avtalu, sum inniber at fyrrverandi leikarin verður hjálparvenjari hjá Paula Poulsen

Kyndlagongan byrjar klokkan 22.30 úr Bátahylinum og heim á Dungasand. Eyðvør Petersen heldur nýggjársrøðuna

Myndamaðurin á VP, Jógvan Helgi Hansen, var ein túr í Hangarinum á Flogvøllinum, sum hevði opið hús seinnapartin í dag

- Vit vilja fegin vísa føroyingum, sum jú eiga Atlantic Airways, hvat tað er, sum vit fáast við hvønn dag

Fyri góðum hálvum tíma síðani koyrdi ein bilur útav á Vatnavegnum. Helst hevur hálka verið orsøkin

VP ynskir øllum eini Gleðilig Jól

Billar leggjast afturat alla tíðina, so ilt er neyvt at siga, hvussu nógvir hava verið við í árligu rekkjukoyringini í Vágum í ár, men onkur nevnur at um 180 bilar luttóku

Bilarnir savnaðust klokkan 23 við FK í Miðvági, og so varð koyrt til Sandavágs - tá árliga Rekkjukoyringin byrjaði vóru 127 bilar

Tjóvar hava stolið einar 400 krónur í vekslipengum

kl.17 seinnapartin í dag legði jólaskipið Heimdal at við bátahylin í Miðvági. Her eru nakrar myndir

Heilsutrygd hevur sett Anders Vedelsbøl í starv sum kommunulækna í Vága læknadømi. Anders Vedelsbøl tekur við starvinum í Vága læknadømi 1. mars 2018