Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin L. King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Camilla drotning segði í dag at tað «eftir umstøðunum gongst sera væl» við Charles kongi sum í vikuni fekk staðfest krabbamein

Skannarin, podvarp um føroyskar miðlar, er aftur í luftini, og hesaferð spyrja vit millum annað politiið, hvat tey hugsaðu fyri sær, tá mynd var løgd út av einum manni, sum hevði brotið ein rút í Listasavninum

- Vit eru fýra til fimm, sum fíggja hvønn pensjónist, men um 20 ár verða vit 2,5 fólk fyri hvønn pensjónist. Tí eiga tey ungu at gera vart við seg nú, sigur Fróði Magnussen við KVF

- Steðgur er í samráðingunum millum Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

JFK hevur havt henda Sjúrðaberg síðani 2020, og hann hevur saman við Gadusi fiskað kvotuna hjá JFK í Barentshavinum. Hoyr samrøðu við reiðaran Hanus Hansen

Fyritøkan Intra, sum hevur framleitt eitt skraddaraseymað føroyskt intranet, hevur gjørt stórsáttmála við altjóða fyritøkuna, CGM

Amerikanski journalisturin Tucker Carlson hevur tosað við Putin forseta, og ríkismiðlarnir í Russlandi eru sera vónríkir

Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið frá -15 niður í -19. Tað eru serliga bíleggingarnar, ið eru færri, men fyritøkurnar meta sín útlendska marknaðarlut vera nakað betri, og tær meta søluprísin vera betri

Treystitalið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, minkar. Tað er serliga í handils- og tænastuvinnunum at minni bjartskygni er at hóma

- Nei, badmintonhøllin og svimjihøllin eru enn ikki tær somu, eftir at Lias ikki er har meir - ein saknar framvegis hansara vinsomu heilsu við sjómans-honnøri og brosi – har á blotanum fyri hóvligar svimjarar

Tey flestu munnu rokna heimaliðið Mjølnir at vera greiðan favoritt ímóti havnarliðnum Fleyr

Vladimir Putin forseti segði í gjár jødiska samfelagnum í Russlandi at Moskva er við í arbeiðinum at fáa gíslarnar í Gazageiranum leyslatnar

Í kvøld vóru fleiri spreingingar at hoyra í Bagdad í Irak. Beint eftir klokkan 21 váttaði USA at hava framt álop á leiðaran í Kataib Hezbollah militsini

Vaktarskipið Tjaldrið fer at hjálpa til við leitingini eftir teimum báðum av manningini á Kambi, sum eru saknaðir, skrivar KVF

– Eingin onnur loysn enn fullkomin sigur, sigur forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu

- Maðurin vildi ikki leypa á sjógv, og tí avráddu vit bara at bíða eftir, at Kambur sakk, og so bjarga manninum tá, og tað lukkaðist, sigur Andreas Mouritsen, tyrluflogskipari, við KVF

- Lættari fyri kundar, sum fáa skaða á telefonina

Sjóforhoyrið eftir vanlukkuna við Kambi verður væntandi týsdagin ella mikudagin í næstu viku. Tað sigur Henrik Møller, sorinskrivari, við KVF

Í sambandi við útstykkingararbeiði omanfyri Argjahamar, verður sprongt leygardagin 10. februar 2024 klokkan 10 og klokkan 12

Kreml váttar nú, at Vladimir Putin hevur havt samrøðu við amerikanska journalistin Tucker Carlson. Tað skrivar Reuters

VP hevur fingið sendandi video av Kambi, áðrenn skipið sakk í gjár. Filmsbrotið vísir truplu umstøðurnar undir bjargingini

Nýggju farmaskipini fara at sigla í núverandi rutunetinum hjá Smyril Line, og tey fara eftir ætlan av bakkastokki í 2026

Í 2023 var talið av deyðum alilaksi í Noreg 62,7 milliónir, sambært tølum frá norska Veterinærinstituttet

Verkætlanarstuðulin fer helst í søguna, men hvussu nýggja skipanin skal síggja út er ikki heilt greitt enn

Brimil hevur leitað í alla nátt, tyrlan og eitt flogfar fara aftur at leita nú tað er blivið ljóst

- Góðan dagin øll somul – og hjartaliga tillukku við yvirtøkuni av hesi søguligu fyritøku, sum hevur havt so ómetaliga stóran týdning fyri okkara tónleikalív um landið alt, men serliga her í høvuðsstaðnum

Festarin hevur tikið tað niður, skrivar Norðlýsið

Novo Holdings almannakunngjørdi í gjár sína íløgu í indiska Manipal Hospitals, sum er higartil størsta íløgan í Asia hjá Novo Holdings

Tucker Carlson váttar nú at hann skal gera samrøðu við Vladimir Putin forseta í Moskva

Bústaðarmøguleikarnir hjá eldri fólki eru ikki nøktandi, halda fleiri av teimum, sum Kringvarpið tosaði við í dag

Aldu- og streymboyan, sum Firum hevur havt liggjandi á Kaldbaksfirði, varð í gjár tikin upp til kanningar

- Tað hevur verið leitað allan seinnapartin eftir teimum báðum saknaðu í økinum, har Kambur sakk. Fleiri skip eru komin afturat at leita, sigur MRCC Tórshavn

Danska Challenger-flogfarið, sum ikki kundi koma til Føroya, tí tað hevði fingið tekniskt brek, kemur til Føroya at hjálpa til í leitingini eftir báðum monnunum á Kambi, sum ikki eru komnir afturíaftur, skrivar KVF

- Leitað verður enn eftir báðum monnunum, 47 og 57 ár, sum ikki eru komnir afturíaftur eftir at frystilínuskipið Kambur fyrrapartin sakk 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabergi, skrivar KVF

Í løtuni eru um 450-470 metrar eftir at sprongja og ætlanin er, at tunnilin verður skotin ígjøgnum seinast í mars

- Leitingin eftir teimum saknaðu verður nú sett í gongd, og Brimil samskipar leitingina. Umstøðurnar eru vánaligar á staðnum, sigur MRCC

Sirið Stenberg sær fyri sær, at enska tíðindatænastan hjá Kringvarpinum kemur aftur, tá fíggjarligu viðurskiftini eru meira greið, vónandi í næstum

Útlendingar uttanfyri ES skulu arbeiða minst 40 tímar um vikuna, men útlendingar úr ES skulu einans arbeiða 30 tímar, og tað er óheppið

Jarðrok og stongdir vegir ella bara eitt opið spor eyðkennir koyrilíkindini í morgun

Jarðrok er á Vestmannavegnum, um Sandavágsháls, á Gjáarvegnum, á Oyndarfjarðarvegnum og um Norðadalsskarð. Koyri varliga, sigur Landsverk

- Útlendingar í Føroyum fáa í veruleikanum eina betri og breiðari tænastu um teir bara brúka møguleikarnar sum longu eru tøkir á netinum til at umseta føroyska tilfarið hjá Kringvarpinum, heldur Ivan Hentze Niclasen

Charles kongur hevur fingið staðfest krabbamein, sigur Buckingham Palace í eini fráboðan

Hesa ferð komu 12 nýggjar umsóknir inn til Fiskivinnuroyndir. Harafturat vóru 10 verkætlanir, sum áður høvdu fingið tilsøgn um framhald eftir 2023

- og hava hesar fingið tillutað tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk

Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi

Í Føroyum hava vit eina heimasíðu sum eitur læknar.fo, har tú hevði roknað við at funnið nógva kunning um hesi ymisku undirfeløgini, men kunningin er bedrøvilig

- Tað stimbrar undir hugin hjá vinnuni og privatpersónum at gera íløgur, nú stóri rentuvøksturin tykist hæsaður av og tamarhald sýnist at vera á inflasjónini

- At Landsstýrið nú er farið í part við stóru aktørunum í ferðavinnuni fer at gera, at jarðareigarar á bygd verða beindir av vegnum til frama fyri hópferðavinnu

- Vit heita inniliga á tykkum um at endurskoða avgerðina. Ensku tíðindini gera tað lættari hjá okkum at kenna okkum hoyra til, verður millum annað sagt í innsavning av undirskriftum

Íslendingar byggja risastórar verjugarðar fyri at minka um vandan fyri skaða um tað fer at goysa