Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeiðið at gera Føroya størsta skúla gongur eftir ætlan. Í løtuni fáast teir við jørð- og lendisarbeiðið. Jørðarbeiðið undir bygninginum er um at verða liðugt, og farið er undir at leggja kloakk

Sjey lærarar hava sent Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, kæru um rektaran á Glasi. Í kæruni stendur millum annað, at rektarin er "diktatoriskur og tilvildarligur", og hevur hetta serliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið á Glasi - serliga Hoydølum

- Tey ungu skríggja eftir einum staði at búgva í, og tá ið tíðirnar eru góðar, koma hugskotini

Sunda Kommuna hevur raðfest, at gomlu skúlarnir skulu gerast í stand í ár. Umframt skúlan í Haldórsvík so hava gomlu skúlarnir í Tjørnuvík og við Gjógv eisini fingið nýggjar tekjur

Komandi skúlaár verður farið undir nýtt forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy

Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen, hevur ikki sæð nakra stórvegis broyting í kósini, tá ið talan er um skúlapolitikk, eftir at henda samgongan tók við

Mánakvøldið 3. juli 2017 fingu næmingarnir, sum hava gingið á landbúnaðarskeið á Búnaðarstovuni seinasta árið, prógv.

Á Glasi handaðu tey prógv til 50 dugnalig ung, sum nú eru til reiðar at fara út í samfelagið at virka ella fara undir víðari lesnað

 

Ketty á Fríðriksmørk er fyrsti lesandi, ið hevur lokið prógv eftir masterlærukonseptinum. Hon skrivaði serritgerð um fólk, eldri enn 40 ár, sum hava verið leingi arbeiðsleys og hvussu tað ávirkar tey

Tað sigur Joan Iris Samson, sum fríggjadagin fekk prógv sum námsfrøðingur

Tørvurin á bústøðum í høvuðsstaðnum er stórur. Men allur bati bøtur. Eftir summarfrítíðina hava 38 lesandi tak yvir høvdið. Men rásarúmið er lítið. Flestu íbúðirnar í Marknagili eru 17 fermetrar til víddar

- Hví er 10 umsøkjarar til skúlastjórastavið í Skúlanum á Fløtum ov lítið? spyr Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

Tá býráðið fyri Fuglafjarðar kommunu í fjør samtykti at byggja nýggjan barnaskúla, var samstundis sett hol á tilgongdina at fáa hetta útint í verki

- At vera væl fyrireikaður hvønn dag og arbeiða hart, eru ráðini frá Heidi Wolles Ljósheim, sum er pisan við hægsta meðal-talinum í Hoydølum í ár

Hósdagin fingu 180 studentar prógv á Miðnámi á Kambsdali. Próvhandanin var í fullsettari Ítróttarhøll á Kambsdali. Nógvur tónleikur var á skránni, og rektarin flutti fram røðu

Fríggjadagin 23. juni fingu 12 skiparar og 6 skipsatstøðarar prógv á Sjónámi. Harumframt tóku 4 teirra dugnaskaparprógv í sigling

Í heyst bjóðar Miðnám á Kambsdali út akademiútbúgving innan vinnulívsrætt og samskifti í verki. Tilber at taka eina akademiútbúgving, stytt AÚ, á Kambsdali

Hósdagin 22. juni var prógvhandan á Miðnámi í Vestmanna, har 19 næmingar, sum hava gingið á tilfeingisbreytini seinastu 3 árini, fingu prógv

- Muhammad Ali, Mick Jagger, Terji Ramussen og Paulus kunnu læra tykkum nógv um lívið. Men eingin kann siga, hvat er rætt fyri tykkum

Móttøka var í dag seinnapartin fyri Hanusi Joensen, sum nú leggur frá sær sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum og fer í starv hjá Mentamálaráðnum. Nógv fólk var komið saman og fleiri røður vórðu hildnar

Mánakvøldið var freistin úti at søkja starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum eins og nøkur fyrstilærara- og einalærarastørv

Leygardagin fingu sjey næmingar prógv á eftirskúlanum Rásini í Saltangará. Aksel V. Johannesen, løgmaður, handaði teimum prógvini

Fólkakirkjan og Mentamálaráðið hava heitt á Nám um at gera temasíðu um Luther og reformatiónina, sum tók seg upp fyri 500 árum síðan

Í dag bleiv trivnaðarpakkin, sum Tórshavnar kommuna letur í sambandi við ruddingardagarnar, latin vinnarunum

- Tað sum fleiri, næstan allar, av okkum hildu, var at tað var simpulthen so doyligt at skúlin var í Suðuroy, tí at so var man har bara til at ganga í skúla - altso man kundi gera so nógv sum man legði í, av skúlatingum, sigur Malfrid Lamhauge, næmingur á Heilsuskúla Føroya

Granskingarráðið og Nám skipa fyri granskarakapping fyri skúlaflokkar í miðdeild og hádeild. Vit nevna kappingina Ársins Vitanarfróðu. Kappingin er skipað við íblástri frá Nysgjerrigper kappingini í Noregi

NORDPLUS hevur játtað stuðul til 403 umsóknir, av teimum 82 úr Føroyum

Í summar taka 162 lesandi væntandi prógv á Fróðskaparsetri Føroya

Økið kring komandi skúlabygningin á Fløtum tekur nú skap. Á myndini sæst hvussu lendistilgerðin í norðara enda sær út, m.a. annað har rennibreytin fer at ganga fram við skotna berginum

Farna skúlaár hevði SEV 510 næmingar úr 9. flokki til undirvísing um elorku í undirvísingarhølunum í vindmyllulundini Húshaga. Elfelagið metir undirvísingina sum eina týðandi samfelagsskyldu

Fyri tveimum árum síðani fór Føroya Handilsskúli (nú Glasir) í gongd við útbúgvingina Marknaðarførslubúskapur, stytt MBÚ. Í hesi vikuni skulu 22 lesandi upp at forsvara høvuðsuppgávuna

 

Fyrstu pisurnar á Miðnámi á Kambsdali eru farnar á flog. Talan er um Anitu Petersen, sum hevur gingið á fyrireikingarbreytini og Sigrid Eysturdal Justesen, sum hevur gingið á náttúrubreytini

Ó hevur longt samstarvsavtaluna við BankNordik, ið hevur við sær, at BankNordik verður ein týdningarmikil og sjónligur viðspælari í arbeiðinum um at menna føroyska lestrarumhvørvið

- Á frískúlanum eru mennandi læruætlanir fyri hvønn næming, bæði fyri tann sterka næmingin og fyri tann minni sterka næmingin

Á Kvøldskúlanum í Havn hava aftur tveir flokkar av næmingum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, tikið skeið í máli og mentan. Tað meldaðu so nógv til hesaferð, at neyðugt var at hava tveir flokkar, ein fyrrapart og ein seinnapart

Lydia Ferguson (39) er arbeiðsleys eftir at hon legði hesar myndina út á Facebook, har hon er í hvítum kjóla

- Eg velji at lesa í Føroyum, tí eg kann lesa ta útbúgvingina, eg ynski mær, tí eg havi fingið lestraríbúð, og tí eg kann framhaldandi verða virkin í mínari samkomu, sigur Steffan Klein Poulsen úr Hvannasundi

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt av at seta Johan Í. S. Hansen í starv sum nýggjan fyrisitingarstjóra

Mikudagin í seinastu viku, var Glyvraskúli og forskúlin Brúgvin á Glyvrum karmur um árliga forskúladagin, sum hevur verið hildin seinastu árini, millum allar forskúlarnar í Føroyum

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Herleif Hammer í starvið sum stjóri á Tjóðsavni Føroya frá 1. august 2017 at rokna. Starvið, ið er áramálssett, er sett í fimm ár

Tórshavnar kommuna letur upp lestrarhøli í miðbýnum mánadagin 26. juni. Lestrarhølini eru á Býarbókasavninum á ovastu hæddini, liggja væl fyri við sjálva gongugøtuna og í summar verður hæddin latin lesandi burturav

Ongar haldgóðar grundgevingar eru fyri, hví Fróðskaparsetrið eigur at flyta í Sjóvinnuhúsið heldur enn á Frælsið, siga nøkur starvsfólk

Peningurin skal takast av kontoini, ið skuldi nýtast til at fyrireika nýtt kampus. Tað váttar Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, fyri Útvarpinum

Í hesum døgum fáa allir dagstovnar, skúlar og frískúlar í Tórshavnar kommunu uppslagið “Hvat eitur alt á mær?”. Uppslagið lýsir heitini á mannakroppinum

Í gjár var Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna í mentamálanevndini á vitjan í Skúlanum og Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt

Tey, ið koyra framvið Landavegnum, hava síðstu dagarnar lagt til merkis, at byggingin av nýggja musikkskúlanum er byrjað

Hósdagin 11. mai vardi Nicolina Maria Ovadóttir høvuðsritgerð sína um PDE8A og sambandið við tarmbruna og –krabba. Hon hevur nú lokið prógv sum cand.scient. í Medicinal Biology and Molecular Biology frá Roskilde Universitet

- Ein góður røktingarmaður má kenna síni fár, sigur Høgni Joensen, stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í Havn. Hann heldur seg í hvussu so er kenna hvønn tann einasta av teimum 438 næmingunum í hesum stóra skúla í Hoyvíkshaganum

Í dag hava Tórshavnar kommuna og samtakið Articon – Búsetur Í/F skrivað undir høvuðsarbeiðstøkusáttmála fyri bygging av skúlabygningi á Fløtum

Umsóknarfreistin til kvotu 2 var 15. apríl. Upp til 30% verða tikin inn á Fróðskaparsetrið eftir kvotu 2. Tá talið av umsóknum varð gjørt upp, vísti tað seg, at 112 umsøkjarar høvdu søkt um upptøku