Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin L. King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Val er til tjóðartingið í Turkalandi, har 64 milliónir fólk hava valrætt

Týskland lovaði í gjár Ukraina hernaðarligan stuðul fyri meira enn 20 milliardir krónur

SEV hevur tømt byrgingina í Heygadali og tá tað regnar verður øll vágin brún av runuvatni

Tað gongur væl við mótálopinum hjá Ukraina. Russar flýggja undan, boða fleiri tíðindastovur frá, og bretska fregnartænastan váttar tíðindini

Fríggjadagin vitjaði NASA astronauturin Drew Feustel í Tinganesi, har hann hitti Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkis og vinnumálum

Boðað verður í dag frá álopi í russisktikna býnum Luhansk, sum kann vera tekin um at Ukraina hevur brúkt nýggj missil

- Áhugin fyri at smugla hassj til Føroya er stórur, og politi og tollvald fáa javnan fatur á fólki, sum hava í hyggju at selja hassj á føroyska marknaðinum

- Ein persónur, sum tekur ADHD heilivág sambært læknaávising, kann í útgangsstøðinum koyra og missir ikki koyrikortið

RTS ger lendisarbeiðið fyri felagið Skákið, sum ætlar at fara undir eina stóra íbúðarverkætlan á umleið 70 íbúðir

Uttanríkismálaráðið setir sendifólk uttan at lýsa størvini leys, og tað er ikki í lagi, sigur Rúni Joensen, løgfrøðingur, við KVF

Wagner leiðarin Prigozjin biður russiska verjumálaráðharran Shojgu koma til Bakhmut - Ukraina fær Abrams-stríðsvognar í heyst frá USA

Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið hava sitið saman við Semingsstovninum síðan mikumorgunin og í kvøld vóru partarnir sendir hvør til sín

- Samfelagið gerst alsamt meira talgilt við ymiskum talgildum tænastum, sum lætta um hjá mongum. Nøkur halda tó, at talgildu loysnirnar eru ein avbjóðing

Men enn mangla vit ein PET-skannara, sum vísir seg at hava sera góða effekt í diagnostiseringini av fleiri sjúkum - tí verða einir 100 føroyingar sendir til Danmarkar árliga til slíka skanning

- Fólk flest hava uttan iva lagt til merkis, at óvanliga nógv virksemi er í miðbýnum fyri tíðina. Vit hava tí verið ein túr við myndatóli og dronu í góðveðrinum í dag, sigur Tvøroyrar kommuna

Ein ósigur í Ukraina er bert ein ósigur hjá russisku toppleiðsluni, ikki hjá russisku tjóðini, sigur viðurkendur russiskur tjakari

Talan er um slagið "Storm Shadow", sum sambært framleiðaranum hevur eitt skotmál á yvir 250 kilometrar, skrivar BBC

Fleiri italskir miðlar skriva um eld í fleiri bilum og nógvan royk eftir spreinging í miðbýnum í Milano

Føðitíttleikin í Føroyum hevur frá fyrst í hesi øldini verið um 2,5 barn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Men hetta er broytt síðstu fýra árini

Australska námsfelagið Energy Transition Minerals vil hava endurgjald, tí Grønland steðgaði ætlanunum at útvinna mineral úr grønlendsku undirgrundini aftaná valið í 2021

Sambært Ukraina eru tað eisini hermenn frá Wagner-herinum sum flýggja

Nýggja nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur havt sín fyrsta og skipandi nevndarfund eftir aðalfundin, sum var síðst í apríl mánaða

- Nú er vorðið greitt, at føroyska hondbóltslandsliðið skal spæla sínar bólkadystir til EM-endaspælið í týska høvuðsstaðnum Berlin í januar 2024

- Sera nógv ymisk sløg av hvalspýggjum eru á okkara havleiðum og tá Havstovan ger kanningar av æti í sjónum, er vanligt at síggja ymisk sløg í smáum nøgdum

Ferðsluavmarkingar á Gamla Velbastaðvegi 13. mai kl. 13-15

- Orsakað av plásstroti verður nú leygardagin neyðugt at flyta arbeiðsskúrarnar út á gongugøtuna

Ísraelskir miðlar skriva um umfatandi álop við rakettum skotnar frá Gaza-geiranum

- Hvussu kunnu vit vinna kríggið, um tað nú vísir seg, at okkara ”abbi” er ein komplett idiot, spyr leiðarin í Wagner-herinum

Býrt tú í Grønlandi so er vandin fyri at doyggja av krabbameini munandi størri enn um tú búði í einum øðrum Norðurlandi

Hanna í Horni er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Íslands. Hon tekur við 1. septembur, tá ið hon avloysir Hallu Nolsøe Poulsen, ið hevur verið sendikvinna í Reykjavík síðani 2020

– We are back, skrivar Tucker Carlson á Twitter góðar tvær vikur eftir at hann fekk fótin frá konservativu sjónvarpsrásini Fox News

Fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, er av dómstól í New York í dag dømdur sekur í kynsligum ágangi móti rithøvundinum E. Jean Carroll

Region Hovedstaden hevur steðgað samstarvinum við seks starvsfólk eftir kanning viðvíkjandi at hyggja í sjúkradagbókina hjá eini 13 ára gamlari gentu

- Stutt eftir hersýningina fleyg Lukasjenko aftur til Minsk, skrivar Lukasjenko-kritiski journalisturin Hanna Ljubakova á Twitter

Felagsnevnarin fyri tey bæði frímerkini, sum koma út í dag, er friður

Kafe List er latin upp í nýggjum hami við Breyðvirkinum við róðrið

Samtíðis sum Vladimir Putin og russiski herurin minnast «sigursdagin» á Reyða Torginum, kemur Wagner-ovastin við nýggjum ákærum, millum annað at russiski herurin flýggjar

Hóast innflutningurin vaks nógv í 2022, so vaks útflutningurin meira, og tí hevði Føroyar eisini í 2022 avlop á handilsjavnanum fyri vørur

Stóru vinningsbýtini í Bank Nordik komu stóru partaeigarunum væl við, men fleiri av veikastu pensjónistunum mistu brennistuðulin av somu orsøk

91 børn fingu uppihaldsloyvi í 2022, 13 sum familjusameining, meðan 78 eru samfylgjandi familja hjá útlendskum arbeiðstakara

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina og málsviðgerðina av einari førleikameting, ið Yrkisdepilin, í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík, hevði skipað fyri

Leygardagin 29. apríl hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund á Hotel Hafnia, har m.a. nevndarval var á skránni. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali og tríggir varalimir

Nú um middagsleitið varð fyrsta skotið latið av fyri Húsareynstunlinum í Havn. Tunnilin verður 1,84 km til longdar og samlaða vegalongdin á innkomuvegnum íroknað tunnulin er verður 6,25 km

Leiðararnir á námsfrøðiligu arbeiðsplássunum vilja hava leiðsluuppgávuna í brennidepilin, tí hon er dottin niður ímillum í nógvu umrøðuni

Kvinnur og menn eru ikki á einum málið um javnstøðu millum kynini á arbeiðsplássinum

Tvær danskar fyritøkur, Rockwool og Danfoss, hava latið útgerð til Vladimir Putin síðani 2015

Innflutningurin av vørum úr Russlandi minkaði mest í Svøríki av ES-londunum, heili 90 prosent

- Tað gevur best meining at brúka pengarnar í Grønlandi og Føroyum, heldur serfrøðingur

Ein maður er handtikin í Texas í USA tí hann við vilja ella av ósketni hevur beint fyri fleiri og meitt enn fleiri

- Enn er ov tíðliga at siga nakað, men tað sær út til, at vit koma at byggja millum 200 og 240 íbúðir undir Fjalli í Havn, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon við KvF