Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

– Vit eru KÍ. Vit vilja vinna hvørja ta einastu ferð. So greið er Ragna Patawary, tá hon verður spurd um ætlanirnar hjá føroyameistarunum fyri komandi kappingarár

Arbeiðið upp á nýggju langsíðuna á Tórsvølli gongur væl, og seinnapartin mikudagin verður skipað fyri reisigildi. Eftir ætlan verður alt liðugt um eitt lítið ár

Hvussu fyrireika fótbóltsspælarar á úrvalsliðum seg best til kappingarnar, eftir ikki at hava spælt so leingi?

Í dag eru 40 ár liðin síðan Borðtennissamband Føroya varð sett á stovn

Í samráð við Koronaráðgevingina, hevur Fótbóltssamband Føroya orðað nakrar leiðreglur í samband við at loyva áskoðarum til dystir í Betri Deildini hjá monnum

Fríggjadagin undirskrivaðu FSF og P/F Wenzel undir samstarvsavtalu, ið er galdandi næstu trý árini

Grunnurin hevur gjørt av, at av teimum 130.000 kr., sum grunnurin hevur at lata í ár, fáa fýra feløg 25.000 kr. hvørt og eitt felag 30.000 kr. til bátasmíð

Pauli Poulsen og U17 landsliðið við gentum eru sloppin í gongd aftur við regluligu venjingarnar fram til teirra størstu ítróttaligu avbjóðing nakrantíð

Kurt Mørkøre er bakarin úr Klaksvík sum sjarmeraði alt Sogndal, skrivar norska TV 2 millum annað í grein um Kurt Mørkøre

Tann 56 ára gamli kroatin, Dragan Brljevic, skal næsta kappingarár venja bæði besta kvinnuliðið og mansliðið hjá Kyndli

So er aftur mikudagur, og Fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu hevur lagt áttandu venjingina til rættis til pensjónistarnar í kommununi

Vónandi fer átakið at stuðla fólki í at betra um heilsuna og eisini at geva teimum hug til at halda fram at ganga og renna, tá ið átakið er liðugt

Á 128 ára føðingardegnum hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti verður farið undir handil

Norska TV2 hevur verið í Føroyum og gjørt eina vangamynd av Ken Fagerberg

Heini Vatnsdal er ein av føroysku yrkisspælarunum uttanlands. Í hesum døgum ræður tó um at vera kreativur, tá talan er um venjing

Mong munnu tey vera sum gleða seg til at fylgja við í føroyskum fótbólti aftur í hesum korona-tíðum, hóast tey ikki sleppa til dyst

Televarpið, sum eigur rættindini at senda Betri Deildina hjá monnum beinleiðis, hevur gjørt avtalu við fyritøku, sum veitir veddingarfyritøkum sjónvarpsmyndir

Svimjihøllin letur upp leygarmorgunin 9. mai kl. 09:00. Í mesta lagi 50 fólk inni samstundis

Ítróttarfelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna seta ferð á Føroyar. Komið og rennið sunnudagin 7. juni kl. 13, tá ið tiltakið Føroyar Renna er á skránni

Um vikuskiftið vórðu ársins seinastu dystir avgreiddir í liðkappingini um føroyameistaraheitið í billard fyri 2019/20

So er aftur mikudagur, og Fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu hevur lagt eina venjing til rættis til pensjonistarnar í kommununi

Føroyameistararnir og steypavinnararnir hittast longu í fyrsta leikumfari í landskappingini, og enn sleppa áskoðarar ikki til dystir

Hetta er galdandi fyri børn, ung og vaksin

Televarpið, sum eigur rættindini at senda Betri Deildina beinleiðis, og TV2 í Noreg hava gjørt avtalu um at vísa Betri Deildina hjá monnum

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur í dag sett Vivie Kirke Davidsen í starvið sum skúlastjóri í Heilsuskúla Føroya frá 1. juni 2020 at rokna

Arbeiðið at leggja Langhylin í Gundadali til rættis, er nú komið væl áleiðis

Eftir at hava gjøgnumgingið tey trý tilboðini um at leggja nýtt graslíki á ovara vøll í Gundadali, er tilmæli komið frá ráðgevanum um at fara undir at gera sáttmála við Laiderz Aps um verkætlanina

Tórsvøllur er nú bundin í fjarhitaskipanina. Fjarhitin er seinnu árini lagdur ígjøgnum partar av høvuðsstaðnum m.a. í Gundadal og á Hálsi

So er aftur mikudagur, og Fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu hevur lagt eina venjing til rættis til pensjonistarnar í kommununi

Mánadagin 4. mai kunnu tey, ið spæla við U7 til og við U21, fara undir skipaðar venjingar aftur

Evropiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur nú váttað, at fíggjarligi stuðulin til FSF ikki verður ávirkaður av Covid-19

- Sjálvt tí, sum tær ikki dámar á liðnum, havi eg saknað at givið eitt klemm, sigur danski B36-leikarin Sebastian Pingel við danska TV 2

Bára Krosslá Mortensen, fysioterapeutur hjá Tórshavnar kommunu, hevur gjørt eina venjing við stólafimleiki

Leygardagin 9. mai fer bólturin aftur á rull. Og longu í fyrsta umfari verða tað nummar 1 og 2 í fjør, KÍ og B36, sum bresta saman við Djúpumýru í Klaksvík

So er aftur mikudagur, og Fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu hevur lagt eina venjing til rættis til pensjónistarnar í kommununi

Av álvarsomu støðuni við Covid-19 er avgjørt at avlýsa Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2020, sum skuldi verða 7. juni

Róðrarsamband Føroya hevur avgjørt, at skipað verður ikki fyri FM kappróðri í ár

- Løgmaður meldar út, at ítróttin skal byrja aftur fyrst í mai, meðan heilsufakligu myndugleikarnir ikki tykast vera heilt samdir í hesum

- Eftir at vit hava samskift við koronaráðgevingina mugu vit tíverri staðfesta, at tað verður ikki møguligt at fyriskipa kappingina í summar

Hondbóltssamband Føroya hevur avgjørt at enda SMS- og Okkara-kappingarnar. Hetta merkir, at eingin føroyameistari verður funnin í SMS- og Okkara-kappingunum kappingarárið 2019/2020

Frá mánadegnum 20. apríl kunnu feløgini, ið spæla í Betri Deildini hjá monnum, Betri Deildini hjá kvinnum og í 1. deild hjá monnum byrja aftur at venja við samlaðum hópum

Nú kunnu øll áhugað síggja KÍ-filmin “Vegurin til gullið 2019” um søguliga føroyameistaraheitið hjá KÍ í bestu mansdeildini

Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at landskappingin hjá øllum liðum endar nú

- Við atlit til heilsuna á øllum kurvabóltsleikarum og skyldfólki teirra, hevur Menningarsambandið fyri kurvabólt avgjørt, at eingin kapping verður leikt liðug í ár

- Øll stremba eftir at gerast meistarar, og tað er hæddarpunktið í kappingarárinum

Ítróttasamband Føroya tekur undir við at lata samfelagið varliga upp eftir páskir, men tað er av alstórum týdningi, at sambondini undir ÍSF fara í gongd við ítróttagreinarnar í tøttum samstarvi við almennu korona-ráðgevingina

So er aftur mikudagur, og Fysioterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu hevur lagt eina venjing til rættis til pensjónistarnar í kommununi

- Føroysku ítróttafeløgini missa 8-10 milliónir krónur í inntøkum næstu fýra mánaðirnar orsakað av korona-kreppuni

- Tað er sjálvandi ikki møguligt at hava eina vanliga talvkapping, men Talvsamband Føroya hevur avgjørt, at ein roynd verður gjørd, við at hava eina talvkapping á netinum

ENGSO, meginfelagið hjá ítróttasambondum og olympiskum nevndum í Evropa, hevur útsett aðalfundin, sum ÍSF skuldi verða vertur fyri í juni í ár