Amerikanarin William Peter Blatty er fyrst og fremst kendur fyri at hava skrivað skaldsøguna «The Exorcist» í 1971, sum seinni var gjørd til film.
Nú er hann deyður, 89 ára gamal, skrivar CNN.
Hann doyði á einum sjúkrahúsi í Bethesda í Maryland. Blatty fekk staðfest blóðkrabbamein fyri einum mánaði síðani, upplýsur kona hansara, sum hann var giftur við í 33 ár, fyri CNN.
Stephen King er ein av teimum sum biður Blatty farvæl á Twitter.
«RIP William Peter Blatty, sum skrivaði størstu ræðuskaldsøguna í okkara tíð», tvitrar King.
Blatty skrivaði og leikstjórnaði eisini «The Exorcist III».
William Peter Blatty, dear friend and brother who created The Exorcist passed away yesterday
— William Friedkin (@WilliamFriedkin) January 13, 2017
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo