Samtíðis sum Vladimir Putin og russiski herurin minnast «sigursdagin» á Reyða Torginum, kemur Wagner-ovastin við nýggjum ákærum, millum annað at russiski herurin flýggjar.
– Tað eru framvegis eingi tekin um ammunisjón, sigur Wagner-ovastin Jevgenij Prigozjin í video upptøku løgd út fyrrapartin í dag, sambært VG.
Leiðarin í Wagner-herinum hóttir Moskva og Putin við at um hann ikki fær neyðugu ammunisjónina, fer hann at almannakunngera video hvar hann fer at siga sannleikan um støðuna á vígvøllinum í Ukraina.
– Eg fari ikki at oyðileggja sigursdagin, men vendi aftur við fleiri avdúkingum um vit ikki fáa ammunisjón, sigur Prigozjin sambært ukrainsku tíðindastovuni Unian.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo