Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Vit eru vælsignaði við at búgva í einum landi, har tað er ikki so langt ímillum ytsta vinstra og ytsta høgra. Ongin ætlar nakra kollvelting í liviháttinum hjá okkum føroyingum. Vit eru samd um tær stóru linjurnar.
Men seinastu tíðina er ríkidømið blivið so stórt, at øll eru ikki á einum máli um, hvussu tað skal býtast. Og nær tað skal býtast.  

Tað var ikki gamalt í Føroyum at kanna sær bitan, áðrenn hann var svølgdur. At kapitalesera uppá fiskin, sum enn svimur í sjónum, at selja hann til hægstbjóðandi, áðrenn hann var fiskaður, tað høvdu teir gomlu neyvan skilt eitt einasta petti av.

Sjálvandi ber til at hyggja aftureftir og so ætla um, hvat man fara at koma.

Men spurningurin er, um ikki reiðarin av røttum kann vænta sær alla hugsandi hjálp frá landinum, at tikið verður um endan, um tað nú byrjar at ganga ímóti, um nú fiskameingið ikki var tað, sum øll roknaðu við, og tá landið dittaði sær at skúma róman, áðrenn nakar stertur var fiskaður.

At bundið verður fyri við eykaskattum so loyvir, summi fingin fyri onki, ikki kunnu seljast við okursvinningi, man bara vera gott.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo