Nú eru sjálvt fyrrverandi starvsfólk í risastóru altjóða miðlafyritøkunum Google og Facebook farin at rópa varskó. Tey hava ikki samvitsku til at lata standa til, tí tey vita, hvussu álvarsligar avleiðingarnar stóra forbrúkið av hesum miðlum kann blíva fyri nógv.
Eitt, sum kortini sjáldan verður nevnt, er avleiðingarnar sum hesir nýggju miðlarnir hava fyri smá mál og smáar mentanir sum okkara.
- Jamen bæði Google og Facebook eru á føroyskum, hvat er problemið, spyr tú kanska.
Trupulleikin er, at hesir miðlarnir súgva til sín alla orkuna, lýsingarpengarnar, sum áður hava verið brúktir til at gera føroyskt tilfar til føroyingar. Væl hjálptir av føroysku lakajunum, lýsingarstovunum, sum við síni ráðgeving til kundan síggja ein møguleika at stinga ein størri part í egnan lumma.
At vit so eisini síggja almenn partafeløg, eru tey nevnd eru tey kend, sum vinna dastið av sínum stóra yvirskoti frá føroyingum, taka lut í hesi ódámligu undirgravingini, ja tað átti at givið ringan smakk í munnin hjá onkrum.
Tað man vera sera ivasamt um føroysk tøl finnast, men sambært nýggjari kanning hjá danska mentamálaráðnum fara Google og Facebook nú avstað við 3,7 mia kr av tilsamans 6,6 mia kr sum er samlaða upphæddin, sum lýst verður fyri á netinum í Danmark.
Um vit í hesum førinum kunnu býta við 100, sum vit onkuntíð plaga at gera, tá vit skulu gera donsku tøl føroysk, er helst ivasamt. Men sjón fyri søgn er tað so í øllum førum, at føroyskir miðlar í langa tíð hava verið noyddir at funnið seg í, at fíggjarliga grundarlagið spakuliga fjarðar burtur. Samstundis hvørva journalistisk arbeiðspláss, sum aftur merkir, at minni tilfar um føroysk viðurskifti á føroyskum og til føroyingar verður framleitt.
Vit kunnu tað sama taka avleiðingarnar beinanveg, tí skeiva gongdin fer bara at taka dik og seg. Vit mugu umvegis ein serligan skatt á hesar miðlarnar krevja ein trivaligan part aftur av tí, sum í dag fossar av landinum. Vit liva í eini globalari tíð og noyðast at hugsa vinnuskatt av nýggjum so hann verður meira tíðarhóskandi - ikki bara tá tað kemur til okkara høvuðsvinnur.
Inntøkurnar kundu hóskandi verið bornar føroyskum miðlum aftur. Tí Google og Facebook verða neyvan nakrantíð teir mentanarberar, sum føroyskir miðlar hava verið ígjøgnum øldir.
Tað krevur sjálvandi lógarbroytingar, sum politikararnir mugu syrgja fyri at gera.
Tað má bera til.
Tað einasta sum ikki ber til er at sita hendur í favn og lata standa til ímeðan føroyskt mál og mentan spakuliga bløðir burtur.
Tað meinar VP.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo