Tað kann oftani vera trupult at arbeiða sum journalistur. Tann sum tú tosar við og vilt brúka til keldu í eini søgu vil fegin 'spæla við' men eftir treytum sum tey sjálvi seta. Og tað ber ikki til, tí tann sum førir pennin má sleppa at skriva tað, hann ella hon ætlar og hevur heimild og próvgrund fyri at skriva.
Viðhvørt hendir eisini tað, at ein kelda hevur hug at 'draga í land' tá hon sær, at útsøgnin nú hevði eina aðra og ótilætlaða ávirkan enn tað sum roknað var við. Irriterandi, tí journalisturin hevur ikki altíð stundir og umstøður at dokumentara, hvussu orðini fullu, og álitið er rokið.
Men journalistar munnu hinvegin eisini viðhvørt koma í ta støðuna, at nú segði viðkomandi 'offur' ikki akkurát tað, sum ætlanin var at hann ella hon skuldi siga, so tað passar inn í vinkulin ella yvirskriftina, sum journalisturin ætlaði. Og so verða útsagnirnar kanska tambaðar og tulkaðar í so nógv, ella settar í ein samanhang sum viðkomandi ikki hevði nakra orsøk at vænta og enn minni kennir seg aftur í.
Tað kann vera freistandi sum journalistur at 'kroysta sitrónina' í meira lagi. Fyri nú at gera søguna eitt sindur saftigari enn hon í veruleikanum er.
Men journalisturin má ongantíð gloyma at vera reellur.
Um tann sum hevur játtað at 'stilla upp' kennir seg misbrúktan ella heldur, at journalisturin teknar eina skeiva mynd, so ruggar ikki alt rætt. So eiga ávaringarlampurnar at blunka.
Og tá mugu miðlarnir tola kritikk.
Vit hava ein (1) miðil í Føroyum sum er í eini deild fyri seg. Fíggjaður av øllum føroyingum og ogn hjá Tinganesi. Kringvarpið hevur tilfeingi at taka av, sum aðrir miðlar bara kunnu droyma um. Lukkutíð eru ambitiónirnar ofta eisini samsvarandi størri. Men heilt eyðsýnt ikki altíð.
Atfinningarnar hjá samkomuleiðaranum í Kelduni, sum hevði játtað at 'spælt við' í sending um trúðarlívið í Føroyum, geva greiðar ábendingar um, at tað aftur haltar við rættlyndinum.
Uppaftur feskari dømi er frá tíðindasendingini á middegi í dag, har ein longri samrøða úr morgunsendingini, sum undirritaði sjálvur luttók í, um nýggja initiativið hjá VP at breiðka inntøkugrundarlagið, varð klipt niður og gjørd til eitt tíðindainnslag.
Fínar greiðir.
Men næstformaðurin í Føroyskum Miðlafólkum, sum kundi koma í tankar um allar møguligar orsøkir til, at nýggja átakið hjá VP ikki fór at hepnast serliga væl, slapp altso at tosa hálvatriðjuferð longri enn undirritaði í tíðindainnslagnum. Nú var tað eftir øllum at døma meira áhugavert enn sjálvt átakið hjá VP.
Onkur hevur ført saksin og gjørt síni val og frával.
Reelt? Neyvan!
Vit mugu krevja meira.
Serliga av KvF.
Tað meinar VP.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo