Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága prestagjald og Vága kommuna: Í sambandi við at tað eru liðin 150 ár síðan miðvingarnir Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen vórðu bornir í heim, verður minnisløta við fyrilestrum, sangi og upplestri í

Miðvágs kirkju mikukvøldið 14.09 kl. 19.00.
Jákup Reinert Hansen gudfrøðingur, Phd og lektari í føroyskari kirkjusøgu, og Guðrun Gaard Phd. í norðulendskum bókmentum, og abbadóttir Rasmus, halda fyrilestur og hugleiða um merkismennirnar Olivar og Rasmus. Vágaprestarnir, Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð, lesa upp, og vit syngja sálmar og sangir eftir teir báðar. Vit bjóða ein drekkamunn í steðginum. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Olivari og Rasmussi til minnis í Miðvágs kirkju 14.09. kl. 19.00.

Skrá.
19.00. Inngangsbøn (Hans Jørgensen)
19.00. Sálmur: O’ um eg hevði túsund tungur.
19.05. Vælkomin og kunning (Inga/Marjun)
19.10. Sangur: At kanna duldu lívsins lóg (Rasmus)
19.15. Guðrun Gaard.
19.35. Sálmur/sangur. Nú følnar gras í grundir.
19.40. Upplestur frá “Sær er siður á landið: (Inga)
19.45. Sangur: O’ móðurlandi. Olivar.
19.50. Jákup Reinert Hansen.
            Yrking/upplestur eftir Olivar (Marjun)
20.10. Sangur. Nú firnast sól. Olivar
20.15. Faðir vár og sálmur hjá Olivari. Heimferð. Hans Jørgensen.
20.25. Drekkamunnur
21.00. Takk fyri í kvøld. Inga/Marjun

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo