Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nýggjársrøða, sum Sigrid Jensdóttir Dalsgaard helt í Saltangará gamlaárskvøld.

Sólin setur, mánin lýsir og stjørnurnar vísa veg.

Góðu nýggjársgestir – tað er í nátt at vit seta nýggja kós.

Stóra takk til tykkum kyndlaberarar fyri at gera hesa nátt so serstaka.

Eg elski at fylgja kyndlagonguni – tit geva hesi løtuni hátíðardám.

Áðrenn vit høvdu kyndlagongu, so var tað bert ein mannamúgva, sum savnaðist um eitt bál.

Nú ganga vit í takt.

Í kvøld siga vit farvæl við tað gamla árið og í morgin er tað 1. januar.

Hvat taka vit við okkum - og hvat lata vit liggja eftir?

Mánaðurin Januar eitur eftir rómverska gudinum Janus. Janus hevur tvey andlit – hann sær aftur í tíð og fram í tíð.

Janus hevur sæð allar teir varðar, sum menniskju hava bygt í gjøgnum allar tíðir.

Og vit menniskju elska at byggja varðar.

Allastaðni har vit fara, markera vit okkara hjáveru og slóð. Um tað er ein kirkja í Jerusalem, ein pyramida í Giza, eitt flagg á mánanum ella eitt havnarlag í Runavík.

Vit fortelja at her vóru vit.

Við okkum taka vit tað besta frá okkara samtíð.

Okkara elligamla talskipan er frá arabisku londunum.

Okkara mánaðir eita eftir rómverskum gudum, sum eru meir enn 2000 ára gamlir.

Okkara vikudagar eita eftir norrønum gudum, sum eru meir enn 1000 ára gamlir.

Okkara børn ganga Santa Lucia fyri einum katólskum halgimenni.

Soleiðis eru vit eitt samsurium av okkara fortíð, vit taka tað, sum vit meta hevur størst virði, við okkum inn í framtíðina. Vit byggja teir varðar, sum vit ynskja at komandi ættarlið skulu fylgja.

________

Ein av størstu og virðismestu varðunum sum vit eiga - er demokratiið.

Tað er so alt um fevnandi, at vit hugsa ikki um hetta í gerandisdegnum. Demokrati er fyri okkum ein sjálvfylgja. Eitt elligamalt koncept úr gamla Grikkalandi, um hvussu vit menniskju best samstarva og trívast saman.

Ein leikvøllur har øll eiga eina atkvøðu og eina rødd.

Men í 2021 sóu vit nógv álop á demokratiið og alt fleiri einaræðisharrar stungu høvdini fram. Menn, sum ikki vilja lata valdið frá sær, tá ið teirra skeið er at enda komið. Menn, - sum ikki vilja lata fólkið tala.

6. januar, fyri lítlum ári síðan, valdu nøkur fólk at leypa á amerikanska senatið. Eitt fysiskt álop á demokratiið. Løgreglufólk vóru boðsend til tess at verja demokratiið.

Ikki øll møttu.

Tá sólin reis gjørdist greitt, at fólk høvdu latið lív í teirra arbeiði – í royndini at verja demokratiið. Tað var ræðandi at standa hesumegin Atlantshavið og síggja hetta álopið á eina av grundsúlunum í einum framkomnum samfelag.

Vit mugu ikki taka demokratiið sum eina sjálvfylgju.

Tá vald verður misnýtt, so skulu vit tala at – beinanvegin.

Við nógv minni drama – so blivu demokratisku reglurnar toygdar sera nógv her í Føroyum stutt fyri jól.

Í einum máli, sum við øllum málum – har vit hava loyvi at vera ósamd – men, tá demokratiið hevur tala, so skulu vit lurta.

Demokratiið hevur talað fyri einum rúmligari samfelag - og eg fegnist saman við øðrum um tað.

Ein varði er laðaður, og fer hesin at standa sum fyrimynd fyri komandi ættarlið.

Um gudurin Janus verður spurdur um 100 ár, hvat annað var vert at taka við úr okkara samtíð, hvat fer hann so at svara?

Hvat fer at standa eftir okkum, sum varðar – sum stjørnur at seta mið eftir?

Føroyar hava limað seg inn í alheimssamfelagið – vit halda okkum til ST – Sameindu tjóðir.

ST setur tey størstu málini fyri okkum øll – og hesi eita tey 17 heimsmálini.

Við hesum málum skulu vit hava eitt betri samfelag longu um 8 ár, ikki bert fyri okkum menniskju, men eisini fyri dýr og náttúru.

Fyri góðum 40 árum síðan setti ST sær fyri at útrudda hungur – hetta er eingin lítil uppgáva, men tað eydnaðist í stóran mun, og væl færri fólk liva í hungursneyð í dag.

Tá ið 7 milliardir fólk skulu ganga í takt, so er eisini neyðugt at seta teimum eina kós.

Kósin er tey 17 heimsmálini – okkara stjørnur og varðar til framtíðina.

Vit í Føroyum eru fremst í nógvum heimsmálum:

Vit hava góðar skúlar og dagstovnar at menna okkara framtíðar borgarar – takk fyri tykkara arbeiði.

Vit hava eitt gott heilsuverk, eldraøki og almannaverk, at vera um okkum tá á stendur – takk til tykkum.

Hesi monumentini eru fundamentið í okkara samfelag.

Okkara politikarar skapa góðar karmar til okkara vinnulív – og tryggjar útflutningurin úr okkara náttúrutilfeingi, at fólk um allan heim kunnu fáa góðan mat úr føroyska havinum – og góðar inntøkur til okkum at liva av.

Vit hava eina einastandandi mentan um sjálvboðið arbeiði – enn ein varði, sum er verdur at lata standa – og byggja enn størri.

Í nógvum heimsmálum eru vit heimsmeistarar.

Men tað eru heimsmál, har vit kunnu gerast betur.

Stutt fyri jól vísti Dagur & Vika søguna um tvey skip sum undir føroyskum flaggi vóru sigld til eina strond í India – rend á land fyri at enda sínar dagar í einum risastórum skipskirkjugarði. Ein stór skomm fyri okkara samfelag, at vit beinleiðis exportera okkara burturkast til minni framkomin lond.

Kunnu tit ímynda tykkum, hvussu rasandi vit høvdu verið, um alheimsins skipsreiðarar høvdu gjørt av, at Skálafjørðurin var eitt gott stað at renna skip á land og lata tey liggja her og eitra okkara náttúru.

Nei; – tað høvdu vit ikki verið glað um. Vit hava verið ill um larm og royk frá skipum nú í fleiri ár – og so vísur tað seg, at vit saman við øðrum framkomnum londum – púra tilvitað spilla náttúruna í India. Hesum skulu vit gevast við.

Eg eri glað um, at tað eru fleiri í okkara samfelag, sum gera vart við teir varðar, sum eru um at vera bygdir skeivt.

Kári Sverrisson og Tóta Árnadóttir gjørdu vart við, at tað var eitt vánaligt hugskot, at Eysturoyartunnilin kom upp við Toftavatn – og eg kann gleðast um tað hvørja ferð eg gangi har.

Heimafríður og onnur hava gjørt vart við, at tað var tørvur á betri samspæli millum vinnu og bygd øki. Og stein fyri stein byggja vit eitt betri samfelag. Ein varða til framtíðina at fylgja.

Eg fegnist um, at vit hava góðar politikarar, sum lurta eftir og duga at tillaga kósina.

Navnið Janus merkir eisini durðavørður – at varða av.

Vit hava øll framtíðina í okkara varðhaldið - vit standa nú á gáttini til eitt nýtt ár, og lat okkum gera hetta til tað besta árið nakrantíð.

Gott nýggjár øll somul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo