Mikudagin 12. mai skipaði Glasir fyri tiltakinum “Vinnan vitjar”. Fyritøkur umboðandi framleiðslu-, byggi- og KT vinnuna vitjaðu.
Endamálið við tiltakinum var at geva næmingum skúlans høvi at heilsa uppá umboð hjá fyritøkum innan KT- og handverksvinnuna og kunna seg um arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar innan hesar vinnur.
Fyrr í ár varð skipað fyri líknandi tiltaki, har handilsvinnan vitjaði. Bæði tiltøkini vóru sera væl eydnaði og verða hesi tiltøk fyriskipaði aftur komandi ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo