Í gjáramorgun varð videolagið til lagið "Sóleyan lýsir um fløtur" hjá Elini Brimheim Heinesen og pápa hennara, Jens Paula Heinesen, endiliga liðugt og bleiv frumframført á tiltaki í Plátuhandlinum Tutl í gjár seinnpartin.
Í morgun 4. des. 2021 varð videolagið lagt út á YouTube.
Rithøvundurin Jens Pauli Heinesen skrivaði vøkru yrkingina "Sóleyan" fyrst í 60'unum. Eitt ár eftir at Jens Pauli andaðist, gjørdi dóttir hansara, Elin Brimheim Heinesen, lag til yrkingina.
Eftir væleydnaða hópfíggingarverkætlan á sumri í 2020, fekk italski komponisturin Enzo De Rosa uppgávuna at seta lagið út fyri symfoniorkestur og manskór. Tónleikurin varð innspældur í Smecky Studios í Prag við the City of Prague Philharmonic Orchestra, stjórnað av orkesturleiðaranum Adam Clemens undir leiðslu av framleiðaranum Lauru Lungu.
Allar røddir eru spældar inn í Havn. Elin Brimheim Heinesen syngur høvuðsrøddina og 60 mans stóra kórið - Tórshavnar Manskór - syngur kórrøddirnar. Elin Brimheim Heinesen hevur umskrivað yrkingina hjá pápanum „Sóleyan“ til enskt
Finnur Hansen tók kórið upp og tónablandaði tað, meðan Bárður Háberg tók røddina hjá Elini upp og tónablandaði hana. Tónleikurin var mastereraður av Camilo de Silva F. úr Colombia.
Lagið sjálvt kom út 12. november 2021 – sama dag, sum Jens Pauli Heinesen hevði fylt 89 ár. Tað var givið út á øllum teim vanligu pallunum, so sum Spotify og iTunes, í tveimum útgávum - einari á føroyskum og einari á enskum.
Í morgun 4. des. 2021 var so sjálvt videolagið givið út á YouTube.
Elin Brimheim Heinesen greiðir soleiðis frá um yrkingina "Sòleyan":
“Pápi skrivaði yrkingina Sóleyan fyrst í 60unum, tá kalda kríggið var í hæddini. Eg hugsi, at tey flestu tá høvdu kensluna av onkrum ófrættakendum, sum kundi raka hvørja løtu. Men kortini vóru fólk noydd at liva lívið, sum um hóttanin ikki var til. Tað elvdi helst til eina ávísa fatalismu. Men pápa so líkt hevði hann altíð eyga fyri náttúruni, sum jú bara er til uttan minsta atlit at, hvat vit menniskju gera. Dagarnir, næturnar, árstíðirnar koma og fara, og sóljan blómar framhaldandi, púrasta ónervað. Í stóra høpinum er menniskjan so evarska lítil í mun til størri kreftir, sum leika á, og sum kunnu kollvelta heimin eftir lítlari løtu. Hetta temaið kenna vit okkum helst aftur í, nú vit øll hava verið rakt av eini heimsumfatandi kreppustøðu seinastu árini.”
Takkað verið 156 hópfíggingarstuðlum og øllum øðrum, sum hava hjálpt til, eydnaðist tað endiliga at koma á mál við verkætlanini, hóast hon hevur verið nógv seinkað orsaka av støðuni við krúnukríminum, sum so mangt annað.
...............................
Yrkingin "SÓLEYAN"
(Sóleyan er eldri formur av orðinum ‘sóljan’).
Jens Pauli Heinesen yrkti í 1961.
Kvøldar á sundi, nátt er í nánd
Sólin at havgeiri dregur
Nátarnir flúgva at sovandi strond
Minnini hava so kalda hond
ið kínir tær, tá ið tú svevur
Streymar á sundi, streymar í mær
broddur av drepandi iva
sum melur í klingur, bønar um svar
Men dunið út úr gjáunum lær
at okkum, ið elska, ið liva
Tey spæla bert við okkum, lívsins kor
tær sælu, lygnandi løtur
nú lombini leika í grønari skor
og heimar smildrast við eittans orð
og sóleyan lýsir um fløtur
Sóleyan lýsir um fløtur
...............................
Elin Brimheim Heinesen umskrivaði yrkingina til enskt í 2020:
Dusk on the sound, day lingers no more
The sun falls behind the horizon
The fulmars fly full to the slumbering shore
The memories stroke you, cold and sore
at night from where dreams are arising
Streams on the sound, fast flowing in me
a pinching of gruelling misgivings
swirls round and round, begging, yearning for heed
But rumble from gorges revels in glee
at us and our loving and living
They play around with us, all palettes of life
these blissful and marvellous moments
while lambs are at play on grassy hillsides
and worlds are smashed by a single might
while buttercups light up the meadows
Buttercups light up the meadows
...............................
HESI HAVA VERIÐ VIÐ TIL AT SKAPA SÓLEYAN VERKÆTLANINA
Tónlistafólk: ELIN BRIMHEIM HEINESEN©
Komponistur: ELIN BRIMHEIM HEINESEN© (2012)
Yrking á føroyskum: JENS PAULI HEINESEN© (1961)
Yrking umskrivað til enskt: ELIN BRIMHEIM HEINESEN© (2020)
Útseting fyri symfoniorkestur og kór: ENZO DE ROSA© (2020)
Tónabland av orkestri og kóri: FINNUR HANSEN (2021)
Tónabland av høvðuðsrødd: BÁRÐUR HÁBERG (2021)
Mastering: CAMILO DE SILVA F MASTERING (2021)>
Sniðgeving: ELIN BRIMHEIM HEINESEN
...............................
TÓNLEIKAUPPTØKUR:
Orkestur: CITY OF PRAGUE PHILHARMONIC ORCHESTRA
Orkesturleiðari: ADAM CLEMENS
Upptøkuleiðari: JAN HOLZNER
ProTools hjálparfólk: MICHAEL HRADISKY
Upptøkuframleiðari & ráðgevi: LAURA LUNGU
Spælt inn í: SMECKY MUSIC STUDIO, Prag, Tjekkia (2020)
Kór: TÓRSHAVNAR MANSKÓR (60-mans kór)
Kórleiðari: BJARNI RESTORFF
Upptøkuleiðari: FINNUR HANSEN
Spælt inn í: HÁTÚNI, Tórshavnar Musikkskúli (2021)
Høvuðsrødd: ELIN BRIMHEIM HEINESEN
Upptøkuleiðari: BÁRÐUR HÁBERG (Baroli Music)
Spælt inn: HEIMA (2020)
...............................
VIDEOLAG:
Filmsleikstjóri: ELIN BRIMHEIM HEINESEN© 2021
Kykmyndatakarar:
Symfoniorkestrið: JIRI SKUPIEN & DAVID SKUPIEN
Manskórið: GUNNAR RESTORFF
Sangaran Elin Brimheim Heinesen: SÍMUN WAAG, SíWa Production
Klaverspælaran Enzo de Rosa: KUSHAGR AGARWAL
Føroysk landsløg: KEVIN KRAUTGARTNER, Kevin Krautgartner Fotografie
Sóljuteigar : ELIN BRIMHEIM HEINESEN
Ritsjórn: EYÐUN MÜLLER THOMSEN & ELIN BRIMHEIM HEINESEN (2021)
Mynda- og litviðgerð: EYÐUN MÜLLER THOMSEN
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo