Danska Panumkoret kom í dag á vitjan í Føroyum, her tey fara at hava fleiri konsertir, millum annað í Klaksvík og Runavík.
Beint sum tey vóru lend koyrdu tey til Vestmanna og hagani gekk leiðin við báti undir fuglabjørgini. Eftirsum tað ikki viðraði so væl norðanfyri varð farið undir Vágoynna, og inni í hellinum við Navirnar fingu ferðafólkini eina vakra og óvæntaða uppliving, tá kórið fór at syngja.
Tað eru læknalesandi í Keypmannahavn sum manna Panumkórið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo