The Faroes Project kalla "dreamwalkers" filmin teir gjørdu her í fjør.
Við í verkætlanini eru fýra niðurlendingar og Chris Eyre-Walker eitur maðurin sum hevur staðið á odda fyri hesi og øðrum líknandi verkætlanum. Menninir gingu á línu ymsastaðni, eitt nú í Gásadali og við Trælanípuna.
Fyrireika teg uppá óvanliga vakrar og hugtakandi myndir.
Filmurin varð lagdur á netið í gjár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo