Grindaboðini komu tíðliga í morgun, so ikki so nógv fólk vóru í grind sum annars ynskiligt kundi verið, skilst á fólki sum vóru á sandinum.
Einir 70 hval munnu hava lagt beinini, men enn er ikki greitt hvussu býtt verður.
Sum sæst í hesum stutta filmsbrotinum vóru ikki eins nógv grindafólk við í drápinum, sum onkuntíð hevur verið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo