Tá privatflogfarið hjá Prince mátti neyðlenda seinasta fríggjadag - seks dagar áðrenn hann doyði - var frágreiðingin at Prince hevði krím. Men sambært TMZ var tað meira álvarsamt enn so.
«Prince var viðgjørdur fyri overdose seks dagar áðrenn hann doyði, verður sagt av fleiri keldum», skrivar TMZ í morgun. Men henda kunningin verður ikki sett í samband við brádliga deyðan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo