Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Landsstýrið raðfestir tilbúgvingarøkið við fíggjarlógini fyri 2025. Landsstýrið heldur, at broytta trygdarpolitiska støðan í heiminum førir við sær øktar avbjóðingar og nýggjar váðar fyri eitt oyggjaland sum Føroyar.

Fyri at føroyska tilbúgvingin kann gerast meira málrættað og munadygg, skal Arbeiðs- og brunaeftirlitið menna og viðlíkahalda eina føroyska váðamynd, sum lýsir og greinar teir váðar, ið kunnu raka samfelagið. Ein váðamynd er ein gjøllig meting av váðum og vandum fyri eitt land, sannlíkindi fyri hendingum, og hvussu hesar skulu handfarast.

Fyrsta útgávan av føroysku váðamyndini skal vera liðug í fyrru hálvu av 2025 og skal síðan dagførast regluliga.

Økt játtan til Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Ítøkiliga merkir raðfestingin hjá landsstýrinum, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið fær 600.000 kr. afturat síni núverandi játtan at gera váðametingina og at leggja kjarnorkutilbúgvingina í eina trygga legu.

Landsstýrið fegnast um, at føroyska kjarnorkutilbúgvingin fór at virka í 2024 eftir at hava verið óvirkin í fleiri ár. Føroyar hava nú neyðugu førleikarnar til at handfara yvirtøku og hendingar við geislavirkni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo