Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað gongur væl í Føroyum. So væl, at samfelagið veksur so mikið skjótt, at vit ikki megna at fylgja við.

Arbeiðsloysið er lágt samstundis við, at arbeiðsmarknaðurin eftirspyr arbeiðsmegi sum aldrin áður.

Løgmaður hevur áður verið úti og sagt, at arbeiðsmarknaðurin manglar so mikið nógva arbeiðsmegi, at tørvur er á, at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, og at hendan tilgongdin skal gerast smidligari.

Í Degi og Viku í kvøld greiddi fakligi stjórin á Gigna frá, at tað er neyðugt at taka hædd fyri børnunum hjá tilflytarum tá arbeiðsmegi verður innflutt, tí trupulleikarnir hjá foreldrunum við føroyska málinum kunnu hava avleiðingar fyri børnini.

Hetta stuðlar undir útsøgnunum hjá nýggja landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, ið sigur, at neyðugt er at seta ferð á arbeiðið, um at gera eina integrasjónslóg í Føroyum.

Eins og Kalpana Vijayavarathan kemur inná í samrøðuni eftir innslagið, kann ein integrasjónslóg aldrin koma ov skjótt, tí tað er bæði ein fyrimunur fyri tilflytarar og børn teirra, men sanniliga eisini fyri føroyska samfelagið.

Tá ið vit innflyta arbeiðsmegi, er tað okkara skylda at tryggja, at tilflytarar verða væl integreraðir í føroyska samfelagið, tí teir eru við til at halda samfelagnum koyrandi og í áhaldandi vøkstri.

Tað er tískil gleðiligt, at nýggi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur ætlan um at seta ferð á eina integrasjónslóg, umframt at ljós verður varpað á støðuna.

Tí við útlendskari arbeiðsmegi kunnu vit halda áfram at mennast sum samfelag, og tað kemur í síðsta enda bæði at gagna føroyska vinnulívinum og føroyska samfelagnum sum heild.

Petur Frank Jákupsson Holm,
formaður í Unga Samband

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo