Teitur Lassen hevði drive-in konsert á Flúgvarabedingini við Vatnið í kvøld, og vóru einir 50 bilar til konsertina.
Í flestu bilunum vóru tvey fólk, so talið av áhoyrarum hevur ligið onkustaðni millum 100-150.
Vónandi fær henda drive-in konsertin lív í aftur á Flúgvarabedingini, sum hevur bestu karmar í landinum til júst slík tiltøk sum hetta.
Tvey ves vóru eisini sett upp til konsertina.
Flúgvarabedingin var fyri fleiri árum síðani størsta kampingpláss í landinum, men tá ið ætlanin var at fáa skipaði viðurskifti í sambandi við tað, løgdu myndugleikarnir seg upp í og steðgaðu allari kamping.
Myndir: Fróði Poulsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo