Sabotørar hava við spreingievni gjørt stóran skaða á tvey russisk flogfør og eina tyrlu á flogvølli í russiska býnum Tjkalovsk eystan fyri Moskva.
Tað skrivar fregnartænastan í Ukraina á Telegram, skrivar TV 2.
Sambært ukrainum skapti hendingin ”nógv hýsterí” ovast í russiska herinum, tá hetta hendi á flogvølli, har eisini standa sonevnd ”dómadagsflogfør”, sum kunnu brúkast sum ein flúgvandi kommandopostur hjá stjórnini, og serlig kanningarflogfør.
Russiskir myndugleikar eru farnir undir at kanna hendingina, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo