Stór tiltøk við fleiri túsund fólkum hava verið forboðin undir koronaalheimsfarsóttini av stóra vandanum fyri útbreiðslu av smittuni.
Men nú fara týskir granskarar at kanna, hvussu útbreiðslan undir eini stórari poppkonsert er - og hvussu hon kann steðgast.
Tí eru 4200 frískir persónar millum 18 og 50 ár bodnir at síggja singer-songwriter Tim Bendzko framføra í Leipzig Arena tann 22. august, skrivar DR.DK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo