Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur eina viðmerking til mína frágreiðing um fiskiveiðuavtaluna við Russland.

Takk fyri tað!

Í greinini vísir hann á, at eg undir framløguni tosaði nógv um ”fuglar á takinum”.

Tað er rætt. Eg kallaði tað, vit hava – í hesum føri virðini, vit fáa úr Barentshavinum – fyri ”fuglin í hondini”. Tað, vit kunnu fáa – í hesum føri virðini, vit kunnu skapa úr okkara egna fiski – kallaði eg ”fuglar á takinum”.

Men myndin er ikki heilt røtt.

Okkara egni svartkjaftur fer jú ongan veg. Spurningurin er bara, hvat vit brúka hann til. Skulu vit fiska og virka hann sjálv – ella lata Russlandi hann.

Og skuldi svartkjafturin horvið sum fuglar á takinum, ja, so hvørvur eisini okkara atgongd til Barentshavið. Tí tað er altso við okkara svartkjafti, at almennu Føroyar keypa sær tosk í Barentshavinum. Hesin toskur verður so lutaður út til nøkur heilt fá skip, harav tvey eru partur av samtøkum, sum eru lutvíst útlendsk.

Hetta er altso ein handil, sum almennu Føroyar gera – og tí mugu almennu Føroyar eisini støðugt taka støðu til, um handilin er góður.

Hví 30 skip?
Jan Højgaard heldur, at handilin er góður. Høvuðsargumentið er, at nógvir av hansara limum fiska í Barentshavinum, og fiskaðu vit í staðin sjálvi tað, vit lata Russlandi, hevði tað kravt nógv færri fólk.  

Landsbúskaparliga er tað ikki ein fyrimunur, at tað krevur nógva arbeiðsmegi at fáa náttúrutilfeingi til høldar.Tvørturímóti.

Siga vit at 1) virðið á svartkjaftinum, sum vit lata, er tað sama sum virðið toskinum, sum vit fáa, og 2) tað er nógv bíligari at fáa svartkjaftin til høldar, ja, so er tað – landsbúskaparliga – betri at fiska okkara egna svartkjaft.

Hinvegin: Tað er ikki landsbúskapin, men sínar egnu limir, Jan er settur í verðina at hugsa um.

Og í tí sambandi kemur hann við eini sera áhugaverdari meting, sum eg haldi hann má greiða nærri frá.

Jan skrivar soleiðis:

”Høvdu pelagisku kvoturnar verið tillutaðar føroyskum fiskiskipum, hevði hetta møguliga verið grundarlag fyri eini manning á umleið 30 fiskimonnum við tíðini.”

Altso: Høvdu vit sjálv fiskað tað, vit lata Russlandi, hevði tað givið arbeiði til EINA manning á 30 fiskimenn.

Hetta er áhugavert, tí Russland tryggjar sær í avtalunum við Føroyar ikki, at 30 menn sleppa at fiska á føroyskum øki.

Nei, Russland tryggjar sær, at upp til 30 SKIP sleppa at fiska á føroyskum øki. TRETIVU SKIP!

Taka vit avtaluna fyri í ár (2023), so sigur hon, at frá 1. januar til 31. mars sluppu 20 russisk fiskiskip í føroyskan sjógv. Frá 1. apríl til 31. oktobur sleppa 29 skip higar. Og frá 1. novembur til 31. desembur er talið 28 skip.

Men hetta var ov lítið. Í sjálvari avtaluni lova føroyingar tí at hyggja uppá eitt russiskt ynski um at hækka talið 29 upp í 30.

Sigast skal eisini, at talan ikki er um dangur. Talan er í mongum førum um risaskip.

Fyrri spurningurin til Jan er tí hesin:

Um føroyingar kundu fiskað tað, vit lata russum, við 30 monnum, hví tryggjar Russland sær so rætt til at senda ein heilan flota inn á føroyskt øki?

Øll tey russisku skipini fiska ikki í senn. Og nógv av teirra virksemið er umskiping og annað. Men tað er altso ikki alt svarið!

Hvat fiska øll hesi skipini?
Umframt at røkja áhugamálinum hjá sínum limum, má tað vera uppgávan hjá Jan Højgaard at tryggja tað, allir hansara limir liva av: Fiskin á føroyskum øki. Hann eigur jú lívið í øllum – eisini okkara fiskiskapi í Barentshavinum.

Sum Jan Højgaard veit, hava nógvir fiskimenn, sum fiska við Føroyar, í áravís ilskast um, at russisk skip taka grundarlagið undan teirra virksemi. Og teir, sum fiska við Føroyar, eru altso nógv, nógv teir flestu limirnir hjá Jan.

Um tey 30 russisku skipini ikki sluppu inn á okkara øki, er eingin ivi um, at grundarlag hevði verið fyri fleiri føroyskum skipum sum Norðborg. Altso modernaðum føroyskum skipum, har limirnir hjá Jan høvdu havt góð kor í góða hýru.

Víst eru hetta ”fuglar á takinum”. Men einasta grund til, at vit ikki fáa hendur á teimum, er, at vit loyva 30 russiskum skipum at fara avstað við teimum.

Og vit vita ikki, hvørjum øðrum hesi mongu skip fara avstað við.

Vit hava lítið og einki eftirlit við russisku skipunum.

Vit vita ikki, um tey halda seg til ásettu kvotuna.

Vit vita ikki, hvussu nógva hjáveiðu tey fáa, tá tey fiska svartkjaft. Men vit vita, at har er hjáveiða.

Og so vita vit eisini frá Jan Højgaard, at tað, tey russisku skipini hava rætt til at fiska, einans hevði tryggja 30 føroyingum arbeiði, um vit fiskaðu tað sjálv.

Tað, Jan sigur, bendir greitt á, at russar fiska nógv meira enn tað, teir hava loyvi til.

Annar spurningur til Jan Højgaard er tí:

Røkir formaðurin í Fiskimannafelagnum sína skyldu mótvegis limunum, tá hann sigur, at tað, sum gongur fyri seg, bara skal halda fram uttan nakað? Tað er jú sjálvt grundarlagið undir hansara felag og hansara limum – fiskurin á føroyskum leiðum – hetta snýr seg um. Og at fiskaríið hjá russum í Føroyum gongur út yvir limirnar hjá Jan, kann tað ikki vera ivi um.

Uppskot: fýra russisk skip 
Jan Højgaard sigur, at hann ikki er hoyrdur, nú landsstýrið skal leggja fram sín russlandspolitikk.

Eg eri samdur í, at tað er sera løgið. Vónandi verður hann hoyrdur.

Og so havi eg eitt uppskot til, hvat hann kann siga, um hann bæði vil tryggja atgongdina til Barentshavið og forða fyri ránsveiðu á føroyskum leiðum:

Fáa vit atgongd til Barentshavið við fýra skipum, so fær Russland eisini atgongd til føroyskt øki við fýra skipum. Og øll hesi fýra skip skulu hava føroyskan eygleiðara umborð, sum teirra reiðarí sjálv rinda fyri. Tað er vanligt.

Sambært tí, Jan Højgaard sjálvur sigur, skuldu fýra skip verið meira enn nóg mikið til, at russar kunnu fiska tann fisk, teir hava rætt til at fiska her.

(At enda vil eg loyva mær at vísa til ta frágreiðing, Jan skrivar um. Hon liggur á jaf.fo. Har síggjast eisini tær greinar og viðmerkingar, sum hava verið um frágreiðingina).

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo