Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fíggjarmálaráðið: Føroyski búskapurin er sterkur, og arbeiði er til allar hendur. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 og næstu árini er neyðugt við átøkum at tryggja haldførið í almenna búskapinum

-Vit tillaga og tálma almenna raksturin og veita fíggjaðar lættar í inntøkuskattinum. Soleiðis tryggja vit vælferðarsamfelagið frameftir, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum í dag hevur lagt uppskot um fíggjarlóg fyri 2025 fyri Løgtingið.

Hall í 2025
Samlaðu inntøkurnar í 2025 verða 7.436 mió. krónur, og útreiðslurnar 7.519 mió. kr. Hetta eru rakstrar-, løgu- og lánsútreiðslur. Rakstrarútreiðslurnar eru 6.906 krónur, og løgu- og løgukendar útreiðslur eru 613 mió. kr. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 vísir 83 mió. kr. í halli.

Búskapurin væl fyri
Útlit eru fyri hækkandi realinntøku og eftirspurningi næstu 1-2 árini, sum væntandi fer at geva eitt ávíst ískoyti til búskaparvøksturin. Samtykta skattaumskipanin fer at geva flestu húskjum størri tiltøkupening og keypiorku. Tamarhald er eisini á prísvøkstrinum, sum væntandi fer at minka komandi árið.

Fíggjarmálaráðið metir, at útgangsstøðið fyri føroyska búskapin er gott, og búskapurin er væl fyri at handfara eitt tíðarskeið, sum kann koma, við lægri realum búskaparvøkstri og halli í almenna búskapinum.

Avbjóðingin í almenna búskapinum
Størsta avbjóðingin í búskapinum er haldførið í almenna búskapinum.

Lutfallið millum arbeiðsmegi og tal av eldri fer at minka komandi árini. Tí eru átøk neyðug, sum bøta um javnvágina millum almennu inntøkurnar og útreiðslurnar, skal tað almenna veita somu tænastur og sama tænastustig frameftir.

Átøk nú og frameftir – málið er javnvág í 2026
Fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum hevur samgongan sett sær fyri at gera átøk, sum bæði virka upp á styttri og longri sikt. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 eru átøk fyri áleið 50 mió. kr. netto, svarandi til 0,7% av rakstrarútreiðslunum. Ætlanin er, at átøk verða gjørd komandi árini, sum svara til áleið 0,5% av rakstrarútreiðslunum. Málið er av hava javnvág í fíggjarlógini fyri 2026, sum er samsvar við játtanarkarmarnar frá í vár.

Eisini verður arbeitt við átøkum, ið hava virknað fram í tíð. Størsta átakið verður at hækka pensjónsaldurin. Harumframt er ætlanin at endurskoða allan almenna bygnaðin.

Fíggjarpolitiska regluverkið
Fíggjarmálaráðið arbeiðir við at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum skal vera eitt týdningarmikið amboð at tryggja búskaparliga haldførið. Hetta verður gjørt í stigum og í tøttum samstarvi við allar politiskar flokkar og fakliga ráðgeving.

Partar av regluverkinum verða nú settir í verk. Ein av hesum reglum verður, at vøksturin í rakstrarútreiðslunum ikki skal vera hægri enn búskaparvøksturin. Eisini er Búskapargrunnurin partur av fíggjarpolitiska regluverkinum, og hann er eitt virkið amboð í hesari fíggjarlógini.

Raðfestingar í rakstri og løgum
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 eru pengar settir av til krabbameinsøkið, heilsutænastur í nærumhvørvinum, løn undir útbúgving, Familjudepilin, Oyggjaleikir, betri ferðasamband til Nólsoyar, landstreym, integratión, føroyskt barna- og ungdómstilfar, grønmetisframleiðslu og tunnil til Tjørnuvíkar

Eisini skulu fyrireikingar í sambandi við ein Suðuroyartunnil halda fram. 

Uppskot til Løgtingsfíggjarlóg fyri 2025

Búskaparfrágreiðing II

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo