Skúlin við Løgmannabreyt: Øll hondbóltsáhugað í Føroyum hava seinastu tíðina fylgt við í fyrireikingunum hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum í morgin fer til EM-endaspælið í Sveis. Friggjadagin spæla tær sín fyrsta dyst í Basel ímóti Sveis.
Vit, í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, hava fylgt væl við og eru ikki sørt stolt og errin av, at seks av teimum 18 hondbóltskvinnunum, ið mannað liðið, hava gingið í skúla á Løgmannabreyt.
Tær seks eru: Brynhild Pálsdóttir, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Brynja Høj, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Lív Bentsdóttir Zachariasen og Marita Mortensen.
Vit eru altíð fegin og glað, tá ið tað gongur ”okkara” næmingum væl!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo