Lækkar lið í gomlum garði
fækkar frændum fylgisskarði
hækkar meðan minnisvarði
(Hans Dalsgaard)
Nú Poul er farin er eitt tíðarhvarv farið um sýn. Havnin hevur mist ein son, ein reystan kappa og eina eldsál. Og framum alt, familjan hevur mist ein høgt elskaðan og savnandi mann og pápa, beiggja, abba, langabba, mammu- og pápabeiggja.
Familjumaðurin Poul, skipasmiðjustjórin, reiðmaðurin og vertskapsmaðurin Poul.
Ymiskt er hvørjar gávur eru lutaðar hvørjum einstøkum menniskja og ymiskt er hvussu vit duga at fáa burturúr hesum gávum og foldarlívinum. Poul fekk nógvar gávur og var ríkaður á so mangan hátt gjøgnum lívið, men hann gav fleirfalt aftur. Tí fremsti eginleikin var júst hansara gávumildni; hann lat gleðiliga av sínum menniskjaligu og tímiligu gávum. Tá lá til hansara at stýra og stjórna, men hann gav altíð meir enn hann kravdi og spardi aldri seg sjálvan
Poul rúmaði so nógvum, var so nógv. Hann setti týðilig spor eftir seg, har hann steig og nam við hvørt menniskja, hann møtti. Og tey vóru mong, fetini og tey vóru ikki fá, menniskjuni hann møtti og nam við. Hann hevði stórt fólkatekki og við sínum hittinorðaða, skemtandi, argandi og ofta speiska tóna fingu øll – høg sum lág - at vita hansara meining um tað mesta. Hann slapp altíð væl avstað frá øllum, tí hansara menniskjaliga og sjarmerandi lyndi gjørdu, at øll fyrigóvu honum alt.
Hjá okkum íð stóðu honum nær, stendur sterkast eftir hvussu sjáldsama familjukærur hann var og hartil gávumildur og barngóður. Tað er í stóran mun honum at takka, at familjubondini eru so sterk. Hesum eru vit tær óendaliga takksom fyri, Poul.
Poul var so livandi at tað er ilt at fata, at hann ikki er her meir.
Eitt engagerað, áhugað, prátingarsamt og skemtingarsamt menniskja, sum tað altíð var stuttligt at vitja og skifta orð við - eisini heilt til tað síðsta. Bara fáar dagar áðrenn hann fór, fekk eg hann at murra Brókatátt fyri mær.
Sigur tú Poul Mohr, so sigur tú eisini Skipasmiðjan. Henni vígaði hann sítt lív og hann var livandi ímyndin av hesum stóra arbeiðsplássi í Havn, sum hann gjøgnum nógv áratíggju við fastari, men rættvísari hond, leiddi og baksaðist við.
Ísland stóð hansara hjarta nær, hann var íslendskur konsul í eitt mannaminni. Men fremst í hjartanum var alskurin til móðurlandið og tráanin eftir at standa á egnum beinum, vinnuliga og tjóðskaparliga.
Og so var hann eisini rossamaður og náttúruelskari, kvøðari og hugtikin av væl yrktum kvæðum og yrkingum, sum hann - eins og hini systkini - alt dugdi uttanat. Romantiskur og kensluborin og tikin úr leikum vertskapsmaður.
Hetta var heimurin hjá Poul. Hann snúði seg um ásirnar - Skipasmiðjan, familjan, ross, føroysku fjøllini og vertskapur - føroyskur dansur og sangur.
Poul og mamma vóru sjáldsama tøtt sum systkin og tað var næstan ikki dagur, at hann ikki hugdi inn á gólvið í Sandagerði at vitja einkarsystrina og fáa eitt prát um leyst og fast. Hann var eitt slag av Pater Familias og hann hevur fylt ómetaliga nógv í lívinum hjá okkum fýra systkjum í Sandagerði. Vit vuksu upp við, at tá eyðkenda røddin hoyrdist í telefonini um hoyboð, var frægast at sleppa tí vit høvdu í hondunum, tí nú skuldi maður av húsum út á Trøðna at hoyggja. Hann plagdi at lokka okkum ungu gentur við at man fekk so serlliga vakra húð av at hoyggja! Og løturnar í hoyna endaðu altíð við at vera stuttligar og hugnaligar - sjáldan vóru vit undir 15-20 fólk, tí væl var rikið. Og har gekk hann á odda saman við hinum mammubeiggjunum við at skemta og arga okkum ungu. Men hoylønin var góð - ríðitúrar, stórfamilju-útferðir í hagan og við Pressaranum út á Hósmøl og hugnaligar løtur á Trøðni, har Anna borðreiddi við te og pannukøkum. Men størsta lønin er dýrabæru minnini um góðu løturnar og tað er ikki sørt - nú tað fækkast í eldra ættarliðnum - at man leingist aftur til summardagarnar í hoyna.
Eg búði í Qatar tá telefonin ringdi og ein rópandi Poul í hinum endanum, gav mær boð um at flyta heim til Føroya at starvast á Skipasmiðjuni í komandi oljuvinnuni. Hesi átta árini á Skipasmiðjuni undir hansara leiðslu vóru sera góð og hava givið mær nógvan lærdóm og virðismikla barlast.
Tá starvið sum fyrsta sendifólk til Íslands varð lýst gekk hann kykur út til mín at fregnast, hvør mundi fáa starvið. Hetta hevði hansara stóra áhuga - íslendskur konsul og íslandsfjeppari sum hann var - og ikki eina løtu kom tað honum til hugs, at eg kundi koma uppá tal. Gloymi ongantíð, tá eg fortaldi honum, at eg hevði fingið starvið. Hetta var fyrstu ferð eg upplivdi, at hann misti pippið. Hann segði einki og fór bara av stað. Eina løtu seinni ringdi hann og helt fyri, at hatta var kanska ikki so galið! Tíðina meðan eg røkti starvið var eg í tøttum sambandi við Poul, og hann var altíð klárur við góðum ráðum, rósandi orðum og var mær ein hollur stuðul.
Góði Poul, stórur saknur verður í tær, - tínum gávumildni, tínum meiningum og tínum skemti. Takk fyri ríkar løtur.
Goymd eru góð minnir.
Systirdóttir tín
Gunvør
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo