Desembur bjóðar uppá nógv gott, millum annað fer Teitur at framføra í Føroyum fyri fyrstuferð í fleiri ár.
Sangarin við stóra fólkatekkinum framførir sangir av nýggju útgávuni Cazador de Ostras, sum varð útgivin 3. Septembur í ár (og eisini nakrar av teimum kendu) við bólki.
Cazador de Ostras kom út fyrr í ár, og nú fáa vit í Føroyum høvi at uppliva konsertina, sum danir longu hava hoyrt m.a. á útseldum kongaligum leikhúsi.
Útgávan fevnir um nýtt tilfar á føroyskum og enskum.
- Hon varð innspæld í Føroyum og Argentina og hetta hevur skapt eina undurfulla ljódliga samanrenning av Føroyum og Latínamerika, siga fyriskipararnir.
Konsertir vera í Norðurlandahúsinum næsta hóskvøld klokkan 20, í Listastovuni í Miðvági næsta fríggjakvøld klokkan 20.30 og í Tøting næsta leygarkvøld klokkan 20.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo