Skrivligur fyrispurningureftir § 52 í Tingskipanini
Spyrjari: Kim Durhuus, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Afturbering av MVG á leigubilum og afturbering av virðisgjaldi,
tá bilar verða útfluttir úr Føroyum
Spurningar:
1. Hvussu nógvir nýggir leigubilar vórðu skrásettir í Føroyum í 2021, 2022 og
2023?
2. Hvussu nógv hevur landskassin goldið í MVG-afturbering fyri hesar bilar í
2021, 2022 og 2023?
3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða reglurnar um MVGafturbering á leigubilum?
4. Hvussu nógvir bilar eru útfluttir úr Føroyum í 2021, 2022 og 2023?
5. Hvussu nógv hevur landskassin goldið aftur í virðisgjaldi fyri hesar útfluttu
bilar í 2021, 2022 og 2023?
6. Hvussu nógvir av hesum bilum vóru yngri enn 1 ár í 2021, 2022 og 2023?
7. Hevur landstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða reglurnar um afturbering av
virðisgjaldi, tá bilar verða útfluttir úr Føroyum?
Viðmerkingar:
Tey seinastu árini er ferðafólkatalið í Føroyum økt munandi, og hevur tað viðført, at fleri og fleiri leigubilar eisini eru komnir út á teir føroysku vegirnar at koyra.
Hesir leigubilar fáa afturbering úr landskassanum. Hetta kann undra almikið, tí eitt av endamálunum við ferðavinnuni er jú at fáa øktar inntøkur – eisini til landskassan.
Tískil má staðfestast, at talan er um eina heldur ivasama skipan, sum letur upp fyri, at MVG-frítøkan kann nýtast til onnur endamál enn tað, hon er ætlað til.
Tí verður hesin spurningur settur.
Á Løgtingi, 4. januar 2024
Kim Durhuus løgtingslimur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo