Atfinningarnar móti dulnevndum lesarabrøvum hava mangan verið hvassar og sagt hevur verið at tey hava einki trúvirði, men nú hava dulnevndu kvinnurnar á Kvinna.fo prógvað tað øvuta - sjálvt løgmaður trýr teimum.
Og tað fegnast vit um, at Kvinna.fo tekur undir við fullum talu- og skrivifrælsi, og hevur givið hesum kvinnunum rúmd.
Eisini tey dulnevndu hava eina rødd.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo