Niðurstøða
Niðurstøðan er, at fortreytirnar fyri modellinum hjá ICES og Havstovuni ikki samsvara við veruleikan. Tí verður ráðgeving við støði í modellinum skeiv.
Hvør einasti fiskur vit goyma í sjónum doyr og ongin verður fiskaður seinni.
Ávísast kann, at ráðgevingin viðførur, at toskastovnurin minkar, men tað koma vit til eina aðru ferð.
Í stuttum kunnu vit siga, at modelli als ikki samsvarar við veruleikan.
Modell hjá Havstovuni og ICES
Model nýtt verður í fiskifrøði er einfalt og gamalt. Veiddur fiskur verður taldur og aldursgreinaður. Rokna verður við at 20% doyr árliga av náttúrligum orsøkum, írokna at verða etin av øðrum fiski. Stovnsstødd í ár er: Stovnsstødd árið frammanundan pluss tilgongd av 2 ára gomlum minus náttúrligur deyði og minus veiða.
Vit fara at hyggja nærri eftir hesum modelli. Modelli er einfalt. Men samstundis gongur modelli út frá ymiskum fortreytum. Til ber at ávisa umleið 10 fortreytir, sum skulu verða rættar, fyri at modelli skal verða rætt. Hesar fortreytir eru als ikki dokumenteraðar í modellinum. Vísindin gongur bara út frá at tær eru rættar. Ivasamt er, um vísindin yvirhøvur er greið yvir, at allar hesar fortreytir eru til.
Vit umrøða 4 av hesum.
1. Náttúrligur deyði er 20%
2. Toskur veksur meira enn 25% árliga (100%-20%+25%=100%)
3. Fiskur vit goyma í sjónum verður veiddur
4. Veiðan pr. húk ella troltíma økist, samsvarandi nøgd vit goyma í sjónum
Náttúrligur deyði og árligur vøkstur
Model roknar við, at fiskur vit ikki fiska í ár, kunnu vit veiða komandi árini. Lat okkum taka støði í 20% minking í fiskidøgum. Vit hava síðan 1996 minka dagatali í fleiri umførum.
Fortreytin fyri hesum er, at 20% doyggja náttúrligan deyða og toskur veksur meira enn 25%. Útrokning er, sum vísur, at í miðal liggur vøksturin um 25%. Útrokningin er gjørd út frá veruligum tølum. Vísindin brúkar okkurt slag av miðal tølum, sum eru øgiliga langt frá veruleikanum.
Eldru árgangirnir veksa minst og yngstu skjótast. 20% niðurskurður í døgum, viðførur at vit goyma allar aldursbólkar. Tá vísur útrokningin at úrslitið verður negativt. At stongja leiðir har 2-3 ára gamal fiskur er, gevur umleið 25% og tað er sama úrslit, sum onki at gera.
Modelli brúkar altíð 20% sum náttúrligan deyða. Vit vita, at náttúrligur deyði broytist frá ár til ár. Mínar útrokningar, gjørdar við hjálp frá øðrum, vísa at náttúrligur deyði er millum 10% og 30%. Stórst tá lítið er av føði og minst tá nógv føði er.
Vit vita, at goyma vit fisk i sjónum, veksur náttúrligi deyðin í prosentum, umframt at fiskurin veksur seinni enn annars.
Fortreytin, at náttúrligur deyði er 20% er ikki røtt. Fortreytin at toskur skal vaksa minst 25% er heldur ikki lokin, tá vit goyma fiskin í sjónum.
100% av goymda fiskinum doyr
Modelli gongur út frá, at fiskur goymdur í sjónum verður veiddur komandi árini. Umframt tann fisk, vit annars høvdu fiska.
Í fyrsta parti vísti eg á, at veiða pr. stamp, troltíma v.m. er eftir hvussu nógv føði er á hvørjum miði. Tað merkir, at tal av fiski í sjónum ikki ávirkar veiðuna pr. húk ella troltíma. At vit velja at goyma tosk til komandi ár, broytir ikki nøgdina av føði í sjónum.
Teir toskar vit goyma, verða tí noyddir at leita sær føði aðrastaðni. Toskurin breiður seg yvir størri areal á botni. Hetta eru samstundis tey vánaligastu miðini. Hann fer har vit ikki fiska, tí tað loysir seg ikki at fiska, tí tað verður so langt millum toskarnar.
Skuldi tað hent, at teir troka seg framat á onkrum miði, har fult er frammanundan verður úrslitið, minni føði í part. Tá verður størri partur av samlaðu føðini spillorka og minni partur flak. Umframt veksur náttúrligur deyði. Úrslitið verður tá færri tons avreidd. Eisini færri enn nevnt omanfyri.
Í vísindaligari grein, er prógva, at tá stórir árgangir eru, so flytur toskurin 1 ár fyrr út á djúpan sjógv.
Ti er galdandi, at veiða pr. tíma ella pr. húk verður óbroytt, hóast vit goyma fisk í sjónum og stovnurin veksur.
Tann fiskur vit goyma, kann ikki fiskast, við verðandi skipum. Skulu vit fiska hendan tosk, noyðast vit at økja tal av brúktum døgum. Av ti at hesin fiskur setur búgv á vánaligum miðum, loysir tað seg ikki at fiska hann og tí verður hann ikki fiskaður.
Vit hava í fleiri umførum minka tal av brúktum døgum. Tí kunnu vit spyrja, hvar er fiskurin? Avreiddur er hann ikki.
Tí er galdandi, at hvør einasti fiskur vit goyma í sjónum doyr.
Fortreytin (3) at fiskur vit goyma í sjónum verður veiddur í framtiðini er ein ódokumentera fortreyt. Tað kann dokumenterast, at hendan fortreyt ikki er lokin. Fortreytin (4) at veiða pr. húk er í mun til stovnstødd er ikki dokumentera, meðan tað mótsætta er dokumentera í vísindaligari grein um húkaveiðu fyri umleið 15 árum síðan. Somuleiðis vísa yvirlitstrolingar hjá Havstovuni, at tað ikki er samsvar millum stovnsstødd og veiðu. Trolveiða prógvar eisini, at samsvar ikki er millum stovnsstødd og veiðu.
Tað prógvar samstudis, at tað er føðin sum avgerð veiðuna og ikki stovnsstøddin og tað er ein øgilga týdningarmikil munur.
Stórur fiskur goymdur í sjónum
Hagtøl vísa, at vit fiska mest av smáum fiski. Stórur fiskur hevur 20-40% hægri prís enn smærri fiskur.
Orsøkin til at teir sum fiska, fiska smærri heldur enn størri tosk má verða, at veiða av stórum fiski er minst 20-40% minni í vekt pr. húk/troltíma.
Tað eru nógvir óbrúktir dagar. Tí má verða galdandi, at tað als ikki loysir seg at troyta tær leiðir, har stórur toskur er. Loysti tað seg, tó ikki eins væl sum at veiða smærri fisk, var tal av óbrúktum døgum lægri enn tað er í dag. Tey ár, nógv er at fáa, fer hvør fjøl á flot og tá eru næstan ongir óbrúktir dagar.
Tað viðførur, at goyma vit fisk til hann blívur eldri, so verður hann als ikki veiddur. Sum dømi kunnu vit nevna, at 7 ára gamlan fisk veiða vit í stórum nøgdum, tey fáu ár hann nærkast landi. Fyrr veiddu vit stóran gýtingarfisk, men tær leiðir eru í dag stongdar.
Fortreytin (3) at vit kunnu veiða fisk vit goyma í sjónum er tí ikki lokin.
Sum nevnt eru á leið 10 ymiskar fortreytir, fyri modellinum hjá Havstovuni. Her eru 4 viðgjørdar. Í prinsippinum líkjast hinar hesum. Tilfar er til allar 10 fortreytirnar. Men tað er jú bara meira av tí sama.
Hetta er ovmikið til at prógva at Havfrøðin er orsøkin til at toskastovnurin er illa fyri.
Hetta prógvar at Havfrøðin kostar føroyska samfelagnum 1 milliard í útflutningsvirði hvørt einasta ár.
Landsstýrið ætlar at brúka sama model til uppsjóvarfisk. Tað kann prógvast at úrslitið verður tað sama, sum við botnfiski. Minni fiskur og 1 millard lægri avreiðingarvirði.
Vildi meint, nú kreppa er í durinum, átti fólk at skilt, at hetta er munurin millum at Føroyar fara á húsagang og at vit sleppa nøkurlunda snikkaleys.
Eivind Jacobsen
Granskari
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo