Nýggj bók við 20 stuttsøgum er júst útkomin, 146 blaðsíður til longdar.
Søgurnar eru, sum liggur í orðinum, stuttar, bert eini 1500 – 2000 orð hvør í vavi. Í prentaðum skapi fevnir hvør søga einar 5-6 smáar síður.
Tær eru gott undirhald og fangandi lesnaður, væl skikkaðar til dagdvølju.
Einki er sum góður lesnaður yvir einum drekkamunni ella á songarborðinum.
Birna Breckmann hevur skrivað stuttsøgurnar. Hetta er triðja bókin hjá Birnu. Tann fyrsta var um barnaminni, Skálkabrøgd. Hin næsta var stuttsøgur og æt ‘Hvør ber sína byrðu.’
Bókin Einglavakt er í fikkustødd, løtt at hava við sær, ja, enntá uppi á sær.
Einglavakt fæst nú í bókabúðum.
Ein væl verd íløga til undirhald, vitan og – ja góður íblástur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo