Hjá Bakkafrosti á Glyvrum eru starvsfólk mint á týdningin av at halda tilmælini.
Í boðum frá leiðsluni til starvsfólkini sæst, at fleiri av teimum, sum nú sita í sóttarhaldi vegna korona, hava sína dagligu gongd har á virkinum. Og tí eiga øll at vera serliga varin.
- Nakrir av starvsfeløgum okkara her á Glyvrum eru koyrdir í sóttarhald av landsmyndugleikunum, tí at tey hava verið í samband við fólk, sum seinni hava fingið staðfest Covid19. Starvsfelagarnir hava verið til arbeiðis á Glyvrum í tíðarbilinum. Tí er aftur týdningarmikið, at vit øll "stramma upp" viðvíkjandi átøkunum komandi tíðina, sigur leiðslan.
Lagt verður afturat, at serliga týdningarmikið er at spritta hendur, halda frástøðu og at fyrisitingin ikki etur í kantinu saman við hinum starvsfólkunum.
- Hetta er serliga týdningarmikið komandi dagarnar! Lat okkum øll minnast til at vísa góða atferð hesum viðvíkjandi, sigur leiðslan á Bakkafrosti í boðum til starvsfólkini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo