- Tað er óforsvarligt og at spæla hasard við vælferðini at broyta fastkurspolitikkin sum krónan í nógv ár hevur havt mótvegis evruni, heldur vinnulívskvinnan Stine Bosse, sum herheima kanska er best kend sum fyrrverandi nevndarforkvinna í BankNordik.
Hon ger í einum lesarabrævi í Altinget viðmerkingar til tað sum formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, herfyri bar fram í sama miðli.
Kristian Thulsen Dahl segði millum annað, at danir áttu at hugsa um at steðga við 40 ára gamla fastkurspolitikkinum mótvegis evruni, tí tað er hann sum ger at rentan er søguliga lág og prísirnir á fastari ogn samstundis søguliga høgir.
Men fastkurspolitikkurin kom eftir nógv ár við ógvusligari inflatión og fleiri niðurskrivingum av krónuni, minnir Stine Bosse á. Og tað hevði verið alt annað enn gott fyri vinnuna at vent aftur til tað støðuna.
- Tað hevði havt vanlukkuligar avleiðingar fyri vinnuna við reyðum tølum á botnlinjuni og vanda fyri uppsøgnum hjá høgt virdum vinnulívsfyritøkum. Danmark er búskaparliga óloysiliga samantvinnað við nábúgvarnar í ES, sigur Stine Bosse, sum eisini er forkvinna í Europabevægelsen, sum arbeiðir fyri tættari europeiskum samstarvið í ES.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo