F.S.F. – Gamaní taptu vit allar tríggjar dystirnar, men kortini eri eg errin av okkara gentum. Tí sjálvt um mótstøðan var sera sterk, so góvu tær ongantíð upp, men stríddust allar dystirnar á tamb. Tað er eisini skotsmálið, ið vit fáa frá okkara mótstøðulondum, og tað kunnu vit taka við okkum frá hesari kappingini.
– Men samstundis mugu vit ásanna, at tá vit ikki geva okkum hundrað prosent, tá er ov lætt at skora ímóti okkum.
Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping, sum hevur verið í Stara Pazova í Serbia.
Í vár megnaðu U19 genturnar at vinna seg úr deild B, og upp í deild A, og tí kom tað ikki óvart á, at mótstøðan hesaferð fór at verða munandi sterkari. Og soleiðis varð eisini.
Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 6-1 fyri Serbia. Føroyska málið gjørdi Brá Zakariasardóttir. Síðani taptu vit 7-1 fyri Eysturríki, meðan triði dysturin endaði 4-0 til Kekkia. Málið móti Eysturríki skoraði Sólja Ernstdóttir.
– Sjálvt um vit hesaferð skuldu spæla í deild A, so royndu vit at spæla álopsfótbólt. Ikki óvæntað kostaði tað eitt sindur í verjupartinum, men vit megna at skora tvey mál, og sæð í ljósinum av sterku mótstøðuni, so eru vit hampuliga væl nøgd við hesa kappingina, sigur Sigtór Petersen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo