- Hóast ógvusligan niðurtúr í 90unum, so hava føroyingar seinnu árini upplivað eitt sætt búskaparligt ævintýr, sum ger teir til nøkur av heimsins ríkastu, skrivar grønlendski miðilin AG.
- Og tað vísir grønlendingum, at eitt land við fáum íbúgvum saktans kann klára seg væl, verður lagt afturat í drúgvu greinarøðini.
Bruttotjóðarúrtøkan er nærum trífaldað síðani 1998, tað er meira enn bæði Danmark og Grønland, arbeiðsloysið er so lágt sum ongastaðni í Europa og føroyingarnir hava dugað væl at handfarið koronakreppuna.
Samstundis eru føroyingarnir sera arbeiðssamir, og teir elta ikki danir í einum og øllum, til dømis selja teir sín fisk til Russlands, hóast tað ikki hóar dønum, verður millum annað víst á.
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, er ímillum tey spurdu, og hann vísir millum annað á, at ein stórur munur á Føroyum og Grønlandi er, at samstundis sum danski blokkstuðulin fyllir nógv minni í Føroyum enn í Grønlandi, so er føroyska vinnulívið eisini í nógv størri mun á privatum hondum enn tað grønlendska.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo