Í sambandi við, at Lena Anderssen júst hevur givið út fyrsta lagið av komandi útgávuni State of The Land, er video eisini gjørd.
Upptøkurnar eru gjørdar í Bylgjuni í Runavík og í Tórshavn og er tað Olivur Debes Eiriksfoss, ið er einasti leikari í videolagnum. Eisini luttók Aron D. Jacobsen í upptøkunum.
Bjørg Mohr Anderssen og Rúni Friis Kjær hava staðið fyri filmingini, meðan Eyðun Müller Thomsen hevur sett saman og lagt litir á.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo