Bátafelagið Naddoddur, Tvøroyri: Leygardagin 7. mai 2022 kl 15 fer Bátafelagið Naddodd á Tvøroyri at avdúka eina standmynd.
-Standmyndin er á fiskaplássinum vestan fyri Naddoddaneystið. Hetta er á gamla fiskaplássinum á Tanganum. Her var lívligt arbeiði til nógvar hendur, hóast hetta var minsta felagið á Tvøroyri. Fleiri skip hoyrdu til her og sjálvandi gav tað nógv arbeiðið til tær kvinnur sum arbeiddi við at vaska, turka og pakka veiðuna sum menninir komu við.
Hesar kvinnur hava vit ikki hoyrt nógv um, men tað eru hesar kvinnur vit vilja heiðra við eini standmynd sum lýsir tað knoss og stríð tær høvdu.
Vit sum nú eru komin væl til árs minnast hvítu fiskaplássini har hesar
kvinnur arbeiddi.
Tað eru fá tvøráfólk sum ikki hava eina mammu, ommu, mostur, fastur og so framvegis sum arbeiddi á fiskaplássunum. Nakrar longri enn aðrar, men vit minnast tær allar við takksemi. Tí vilja vit seta standmyndina á sjálvum arbeiðsplássinum
Vit eru so heppin at ein av hesum megnar kvinnum kemur at avdúka
standmyndina, tað er Bodil Hammer sum sjálv hevur arbeitt í “fiskinum” í nógv ár.
Bodil fyllir 97 ár fyrsta juni, og tað er gott at hon og allar hinar kvinnurnar verða heiðraðar á hendan hátt.
Aftaná avdúkingina talar forkvinnan í menturnevndini hjá Býðráðnum
Anita Vibergsdóttur og tey sum hava hug at siga nakað eru vælkomin til tað.
Tvøroyrar Hornorkestur spælir og sangbólkurin Orðið á Borðið syngur.
Aftaná verður kaffi og køkur inni í neystinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo