Nú leygardagin og pálmasunnudag hevur Tórshavnar Kvøldskúli stóra framsýning í Eysturskúlanum. Dyrnar lata upp leygardagin kl 14 og kl 15 setir borgarstjórin framsýningina, Havnar Hornorkestur spælir, umframt at næmingar syngja og spæla.
Sunnudagin er nógv spennandi á skránni, m.a. fara næmingar úr Nólsoy at hava eina spennandi fimleikaframsýning. Kamarkórið hjá Bernharði Wilkinson syngur, næmingar hjá Marius Ziska, Ragnari Finsson, Kaj Johannesen og Hildibjarti Hansen syngja og djamma. Nick Thomsen og Herfinn Seloy fara eisini at spæla harmoniku.
Sjálv framsýningin er sum vant sera fjølbroytt og spennandi. Frásøgukvinna báðar dagarnar er Óluva S. Hermansen. Næmingarnir selja kaffi, te og køkur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo