FSF: Landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson hevur verið noyddur til at gjørt eina broyting í hópinum til UEFA Nations League dystirnar móti Armenia og Lettlandi, sum vera á Tórsvølli hósdagin 10. oktober, og sunnudagin 13. oktober. Báðar dagarnar er avspark klokkan 19:45.
Samuel Chukwudi úr HB er blivin sjúkur, og mett verður, at hann ikki verður nóg birgur til at spæla landsdyst í næstum. Í staðin hevur Håkan Ericson úttikið Sonna Ragnar Nattestad.
Sonni Ragnar Nattestad fekk sínar fyrstu minuttir á landsliðnum í 2013, og er higartil skrásettur fyri 48 dystir og trý mál fyri Føroyar. Samuel Chukwudi fekk sín elddóp á A-landsliðnum fyri tveimum árum síðani, og er skrásettur fyri fimm dystir.
Atgongumerki til UEFA Nations League dystirnar móti Armenia og Lettlandi fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er einans 50 krónur fyri børn, og úr 100 krónum fyri vaksin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo