Lagið eitur "Locked Inside", og snýr seg um at vera stongdur inni ein góðveðurs sunnudag. Í hesum tíðum er tað helst nógv fólk, ið hava verið í somu støðu. Vindeyguni í sjónbandinum kunnu næstan roknast sum fongsilstremmur. Eisini sæst tann nýggja Korona frisøran, ið nógv hava fingið sær seinastu tíðina.
Fyrr í ár gav Sigmund út lagið "Given Up On Hope". Og eru hesi bæði løgini at rokna sum smaksprøvi, til kommandi fløguútgávuna "The Everlasting Pump", ið kemur út seinni í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo