KVF: Sambandsflokkurin skjýtur upp, at serskattur verður lagdur á føroysku peningastovnarnar og tryggingarfeløgini upp á sjey prosent, sum fer at geva landskassanum 50 milliónir krónur, ið økti barnafrádrátturin til barnafamiljur fer at kosta.
Millum annað hetta skal í síðsta enda vera við til at hjálpa teimum, sum fyrstu ferð fara inn á bústaðarmarknaðin.
Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, heldur, at bankarnir fara at taka undir við hesum, tí tað fer at loysa seg hjá bankunum í síðsta enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo