BBC skrivar, at Chelsea og Maurizio Sarri, venjarin hjá felagnum hetta síðsta árið, eru komin ásamt um at enda samstarvið sínámillum.
Sarri skal nú eftir ætlan taka yvir í italska stórfelagnum Juventus.
Fyrrverandi Napoli venjarin tók við í Chelsea í fjør eftir ein annan italiena, Antonio Conte, og leiddi hann London-felagið til eitt 3. pláss í Premier League og gull í Europa League.
Hóast hetta var hann sera illa umtóktur ímillum fjeppararnar hjá felagnum - m.a. vegna spælistíl og ávikavist val- og frával av ávísum leikarum. Sum skilst gjørdi Sarri av at gevast eftir ein dyst ímóti Cardiff í vár, har Chelsea áskoðararnir róptu "f... Sarriball" undir dystinum.
Frank Lampard, Chelsea legenda og núverandi managari hjá Derby County, er favorittur at taka yvir í Chelsea eftir Sarri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo