Tórshavnar kommuna: Sangheftið til sangin á miðnátt ólavsøkudag er nú at fáa í Snarskivuni og í Kunningarstovuni í Steinatúni.
Í ár syngja vit í grannaløgum á miðnátt. Sangheftið er í ár kutað niður í helvt, 11 sangir verða sungnir, og til ber at fylgja við sanginum í Kringvarpinum, har tónleikarar fara at syngja og spæla fyri.
Sangheftini verða eisini koyrd út til grannaløgini, ið hava fingið játtað stuðul - umframt at tað sæst á torshavn.fo har eisini skráin, ferðsluuplýsingar og onnur kunning um ólavsøkuna fæst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo