Ein kvinna og ein maður úr Sandavági vórðu í gjár í Føroya Rætti frídømd fyri ákærurnar ímóti teimum sum komu eftir, at tey í januar í ár framdu eina sonevnda sivila handtøku av einum ungum drongi, sum hevði verið við til at framt herverk ímóti húsum teirra, ímeðan tey lógu og svóvu.
Maðurin skuldi havt tikið kvørkratak og kvinnan sparka drongin ímeðan tey bíðaðu eftir at politiið kom.
Men rætturin segði, at tað var ikki nóg væl prógvað, at tey høvdu forbrotið seg, og fríkendi tey tískil, skrivar Kringvarpið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo